Tað er meira enn ein vika siðan, at Nes kommuna boðaði frá, at neyðugt er at kóka drekkivatnið í Saltnesi, tí bakteriur eru staðfestar í vatninum har.
Fráboðanin um drekkivatnið í Saltnesi varð løgd út á heimasíðuna hjá kommununi longu 18. september.
Í dag skriva vit 26. september, og framvegis eru trupulleikar við drekkivatninum í Saltnesi.
Men, nú er tað ikki bara í Saltnesi, at trupulleikar eru.
Nes kommuna hevur í dag lagt eina nýggja fráboðan út á sína heimasíðu, og nú verður mælt til at kóka drekkivatnið í øllum bygdum í kommununi.
- Tíverri er aftur staðfest í dag, at bakteriur eru í drekkivatninum í øllum bygdum í Nes kommunu, verður sagt í fráboðanini á heimasíðuna í dag.
Í Nes kommunu heita tey tí á øll um at kóka drekkivatnið, til nærri boð koma.