VIDEO: Bjartalíð skoraði gott mál móti FC Midtjyllandi (Europa League)

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Fredrikstad-FC Midtjylland 1-3 (0-2)

Mynd: Fredrikstad Blad

Tað endaði við 3-1 sigri til FC Midtjylland á leikvøllinum í Fredrikstad í fyrra dystinum í triðja undanumfarinum í Europa League.

 

Tó var ein glotti sæð við føroyskum landsliðsbrillum. Jóannes Bjartalíð, ið kom á vøllin í 57. minutti skoraði málið hjá Fredrikstad. Í 77. minutti fann Oskar Ohlenschlaeger Jóannes inni í brotsteiginum hjá FC Midtjyllandi. Jóannes tók av og meddaði bóltin í netið til støðuna 1-2. Tveir minuttir seinni økti útiliðið til endaligu støðuna 1-3. 

 

Komandi hósdag klokkan 17 spæla liðini returdyst á MCH Arena leikvøllinum í Herning. 

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Fredrikstad-FC Midtjylland 1-3 (0-2). Málið hjá Jóannesi var fyrsta evropeiska málið hjá Fredrikstad í 16 ár:

 

##med2##

 

Mynd: Fredrikstad Blad