Nýggj gransking vísir, at tað ber til at avdúka krabbamein í lungunum við at skanna lunguni. Mannagongdin kann samanberast við mammografi, sum verður brúkt, tá kannað verður, um kvinnur hava bróstkrabba. Granskararnir vóna, at tann nýggi kanningarhátturin kann bjarga mannalívum, men teir eru ósamdir um, hvussu góður hesin hátturin er. Summir granskarar vænta, at skanningin fer ikki at geva fullfíggjað úrslit.