Í samband við, at nýggjur slølliliðsbilur er keyptur til Eiðis Sløkkilið verður móttøka í hølunum hjá felagnum uppi á Grind hósdagin 5. mars klokkan 17.
- Bilurin varð bílagdur í oktober 2024, og tað er felagið Stórbilar, sum hevur veitt sløkkiliðsbilin til Eiðis sløkkilið.
Í Eiðis kommunu siga tey, at tá móttøkan verður, fara bæði leiðarin fyri Eiðis Sløkkiliði og borgarstjórin í Eiðis kommunu, at halda røðu.
Eiðis Ljómfelag fer at luttaka, og eisini verður nýggja búmerkið hjá Eiðis Sløkkiliði avdúkað.
- Kaffi og køkur verður at fáa. Børnini fáa sunkist og okkurt søtt. Øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey í Eiðis kommunu í dag.










