- Ísrael og USA lupu á, tá landsins ovasti leiðari, Ayatollah Ali Khamenei, við á einum fundi við sínar ovastu leiðarar og nærmastu trygdarráðgevar.
Tað upplýsa amerikanskar keldur, sum vita um málið, yvirfyri tíðindastovuni, Reuters.
Ísraelskir myndugleikar siga, at andaligi leiðarin varð dripin saman við fleiri øðrum týðandi persónum, eitt nú Ali Shamkhani, fyrrverandi leiðara fyri landsins trygdarráði og Mohammad Pakpour, ovasta leiðara fyri kollveltingarhirðuna.
Tvær iranskar keldur siga við Reuters, at Ayatollah Ali Khamenei hitti Ali Shamkhani og trygdarráðsskrivaranum, Ali Larijani, á einum loyniligum staði stutt fyri álopini.
Lesið eisini:
Ayatolla Ali Khamenei er deyður - https://www.in.fo/news-detail/ali-khamenei-er-deydur











