birkblog:
Fimti sangur úr Hoydølum í kvøld var hin víðagitni "Føroyingar" hjá MC Restorff, sum Sophilia hevur tikið til sín. Hon syngur í gospelkóri og tosar um at møta føroyingum, sum blíva kløkkir, tá hon dugir føroyskt, so ikki er neyðugt at tosa enskt við hana. Hetta er mín samleiki og eg staðfesti hann í hesum sangi, sigur hon um kvøðuljómaslagaran.
Hon syngur við feel og soul og leggur egnar listaligar gávur fyri rest omaná sangin, sum verður eitt stórbært super bowl statement, heldur enn ein triviell sjálvfylgja. Eftir piano pískar og vindur hon upp eina rapp shuffle heilt út í rúmdina, beint úr dagsins Føroyum, og so er ein Jimi Hendrix star-spangled banner sloyfa frá Paula til endans. Hetta er tað besta eg havi hoyrt í langa tíð. Har tað sjálvsagda møtir tí óvæntaða.
Les meira beint her:Sophilia spískar samleikan










