Á Havnarvegnum er ferðmarkið niðursett frá 80 til 60 km um tíman. Tað merkir, at revsingin fellur skjótari, koyrir tú ov skjótt. Tí koyrir tú meira enn 15 km um tíman ov skjótt, so fellir hamarin, og tú fært klipp í koyrikortið. Og koyrir tú meira enn 20 km um tíman ov skjótt, so verður tað treytað frádøming av koyrikortinum.

Fleiri spældu sær av við koyrikortið í gjár

Tá løgreglan var úti við lasaranum í gjár vóru fleiri, sum koyrdu alt ov skjótt

Á Havnarvegnum er ferðmarkið niðursett frá 80 til 60 km um tíman. Tað merkir, at revsingin fellur skjótari, koyrir tú ov skjótt. Tí koyrir tú meira enn 15 km um tíman ov skjótt, so fellir hamarin, og tú fært klipp í koyrikortið. Og koyrir tú meira enn 20 km um tíman ov skjótt, so verður tað treytað frádøming av koyrikortinum.

Tá løgreglan í gjár gjørdi ferðmátingar í Kaldbaksbotni, vórðu fleiri bilførarar máldir fyri at koyra alt ov skjótt. Ein var máldur til at koyra 118 km um tíman, ein 111 km um tíman, ein 114 km um tíman og ein 116 km um tíman. Tað bleiv til tvey klipp í koyrikortið umframt bót og til tvær treytaðar frádømingar av koyrikortinum umframt bót.

Løgreglan gjørdi eisini ferðmátingar á Havnarvegnum, sum er nýggi innkomuvegurin í Hoyvíkshaganum. Tað er ein vanligur landsvegur, har tað kundi verið loyvt at koyra 80 km um tíman. Men har er ferðin niðursett til 60 km um tíman – og tað er als ikki uttan týdning, tá tú koyrir ov skjótt, tí tá kemur revsingin skjótari og harðari.

Har máldi løgreglan ein bilførara at koyra 116 km um tíman, sum er út við tað dupulta av loyvdu ferðini.

Tann bilførarin missir koyrikortið treytaleyst, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Harumframt var onkur bilførari tikin fyri at tosa í telefon og onkur fyri at koyra uttan trygdarbelti, sum í báðum førum eisini gevur klipp í koyrikortið.

Løgreglan koyrdi einn fullan mann til hús í nátt. Annars hevur seinasta samdøgrið verið friðarligt hjá løgregluni.