Á myndini stendur týskarin, Daniel Baldzun, við einari risastórari longu, sum er veidd við oynna, Hitra í Norðurnoregi.
Tað er danska heimasíðan - www.fiskogfri.dk - sum skrivar um fongin hjá týska stuttleikafiskimanninum.
Sambært heimasíðuni er økið kring Hitra kent fyri risastórar longur og kalva.
Beint nú er háárstíð fyri eitt nú longu, og sum skilst er tað ikki óvanligt, at her kunnu fáast longur sum viga millum 25 og 35 kilo.
Men, longan sum týskarin, Daniel Baldzun, fekk herfyri, var væl størri enn tað. Hon var 184 sentimetrar long og vigaði heili 42 kilo.
- Hon beit í ein lítlan svartkjaft niðri á 120 metra dýpi, veit danska heimasíðan at siga.
Sum skilst, er almenna norska metið fyri vekt av longu frá 2012, tá maðurin, Wolfgang Götz, fekk ein stóran fong.
- Longan, sum hann fekk, var 182 sentimetrar til longdar - ella tveir sentimetrar styttri enn longan hjá Daniel Baldzun á myndini omanfyri.
Hinvegin vigaði longan hjá Wolfgang Götz 46,7 kilo, sum sambært heimasíðuni er met í Noregi.
Meira um hetta kann lesast og www.fiskogfri.dk











