Spennandi konsert í Vágs Kirkju

Í morgin, leygardagin 28. februar kl. 14, verður ein spennandi konsert í Vágs Kirkju.

 

Konsertin er við 3. árs næmingum á klassisku deild á Musikkskúlamiðnámi. Musikkskúlamiðnám er ein 3-ára útbúgving, sum Tórshavnar Musikkskúli bjóðar til næmingar, ið hava áhuga í tónleiki og ynskja at menna síni tónleikaligu evni, bæði í at framføra og skapa tónleik.

 

Konsertin er ókeypis.

 

Tey, ið framføra eru:

 

Ásgerð Stenberg Olsen, tvørfloyta

 

Poulina Bjarnastein Restorff, viola

 

Rebekka Lindudóttir Olsen, obo

 

Sólja Ellen Rye, violin

 

Mattias Dimitris Kapnas, klaverfylgispæl