Men royndin endaði við, at ein franskur forritari fekk atgongd til dátur frá umleið 7.000 Romo robot dustsúgvarum frá kinesiska framleiðaranum DJI.
Roydir hansara hava vakt ans fyri møguligum trygdarváðum í snildfonum.
Tað upplýsir tíðindastovan AFP.
Forritarin Sammy Azdoufal sigur við AFP, at hansara egna fjarstýringar-app fór at samskifta við ambætararnar hjá DJI.
Knappliga kundi hann síggja dátur frá umleið 7.000 dustsúgvarum um allan heimin.
Sjálvur sigur hann, at hann kundi síggja kort yvir øll rúmini, har robottdustsúgvararnir vóru. Hann kundi eisini fáa atgongd til myndatólið og mikrofonina umframt staðsetingina av tólunum.
DJI hevur upplýst, at feilurin er eyðmerktur og rættaður.
/Ritzau/











