Poul Kallsberg var á vøllinum allan seinna hálvleik, og Pætur J. Petersen slapp tíverri ikki á vøllin, tá Hillerød í tí fyrsta kappingardystinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini leikti málríkan javnleik á útivølli.
Dysturin millum AaB og Hillerød á Portland Park í Aalborg endaði við javnleiki 3-3.
Mikkel Mouritz syrgdi fyri, at Hillerød var á odda 1-0 í steðginum. AaB skoraði tvey mál innanfyri seks minuttir og legði seg á odda 2-1 í 68. minutti. Tveir minuttir seinni javnaði Cornelius Allen til 2-2. Átta minuttir seinni legði AaB seg á odda við einum sjálvmáli. Beint undan dystarloki javnaði Frederik Heiselberg til 3-3.
Flashscore/Soccerstand gevur Poul karakterin 6,9 (av 10 møguligum). Miðalkarakterurin fyri leikararnar hjá Hillerød var 6,7. Frá Sofascore fær Poul karakterin 7,0 (av 10 møguligum).
HER ber til frá Viasat Sport at síggja hæddarpunktini frá dystinum AaB-Hillerød 3-3 (0-1).
Kolding, ið má klára seg uttan Meinhard E. Olsen komandi vikurnar tapti á útivølli 0-2 (0-1) fyri Lyngby.
Lyngby er fremst í deildini við 35 stigum, og Hillerød er næstfremst við 33 stigum. Kolding er nummar sjey við 26 stigum.
Í morgin klokkan 12 spæla Adrian R. Justinussen og liðfelagar hansara í AC Horsens dyst á útivølli móti Esbjerg. Klokkan 13 spæla Martin Agnarsson og liðfelagarnir í Aarhus Fremad dyst á heimavølli móti Middelfart.











