Avgerðin fellur fyrst í næsta mánað

Nú skal endalig støða takast til ætlanina hjá Novo Nordisk um at gera eina miðstøð fyri diabetis í Føroyum, stendur við, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna

Fyrst í mai verður avgerð tikin um tilboðið frá danska Novo Nordisk grunninum um at gera eina diabetismiðstøð í Føroyum.

Tað fortaldi Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, fyri Løgtinginum í morgun.

Í jólamánaðinum í fjør kom fram, at danski Novo Nordisk grunnurin hevði sett seg í sambandi við føroyskar myndugleikar við tí endamáli at stovna eina diabetismiðstøð í Føroyum.

Landsstýrið svaraði, at arbeitt verður ikki við hesum málinum í løtuni og tað elvdi til øsing, tí tað tóku nógv sum tóku hetta sum um at landsstýrið hevði víst hesum frá sær. Og nú stúrdu tey fyri, at ætlanin fór at detta niðurfyri.

Men Sirið Stenberg hevur fleiri ferðir staðfest, at tilboðið er ikki vrakað, men at arbeitt verður við tí.

Hon hevur eisini fingið boð frá Novo Nordisk, at tey vilja bíða eftir, at føroyskir myndugleikar hava viðgjørt málið.

Hon leggur afturat, at nú málið er til viðgerar, hevur hon bjóðað umboðum fyri allar politiskar flokkar á fund at viðgera spurningin, men hon ásannaði samstundis, at fáir flokkar hava tikið av tilboðnum, og hava møtt upp.

Í morgun reisti Kaj Leo Holm Johannesen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, spurningin enn eina ferð, og hann er vísur í, at í roynd og veru hevur Sirið Stenberg víst tilboðnum frá sær. Og hann heldur eisini, at tað er av berum »national romantiskt halloyi« at hon hevur víst tilboðnum frá sær, tí at talan er um danskar pengar, og tað tolir hon ikki.

Eisini Jenis av Rana heldurl at sokallaða viðgerðin er ein glæntrileikur, tí veruleikin er, at tilboðið er afturvíst.

Hinvegin sigur Sirið Stenberg, tað verður framvegis arbeitt við málinum, og hon skilur ikki, hví hon skal átalast fyri at vilja kannað eitt mál út í æsir.

Hon heldur, at talan er um eitt umfatandi mál, tí tað kann reisa spurningin um at lata privat fáa ávirkan á okkara heilsupolitikk.

Hon sigur, at politiski bólkurin, sum er arbeiðir við málinum er samdur um at fara eina kunningarferð at vita, hvat ætlanin hjá Novo Nordisk ber í sær. Bólkurin skal hava fund aftur sjeynda mai, og tá er ætlanin at taka endaligu støðu til málið.

Landsstýriskvinnan sigur, at endamálið við viðgerðini er at fáa greiði á, hvat hetta tilboðið frá Novo Nordisk kann leggja afturat teimum tænastum, sjúklingar við diabetis í Føroyum longu hava.

Hon vísir á, at Novo Nordisk hevur eina diabetismiðstøð í Grønlandi, men tilboðini til sjúklingar har, eru av slíkum slagi, sjúklingar í Føroyum longu fáa.