POLITIKKUR
Stuðulsstovnurin er aftur í andglettinum. Stovnurin kom at standa ovast á breddanum í føroysku fjølmiðlunum, tá Tórbjørn Jacobsen, sum var landsstýrismaður tá, avgjørdi, at økismenning skuldi fremjast í verki, og Stuðulsstovnurin skuldi flytast úr sínum verandi sæti til Runavíkar.
Ein spurningur er so, hvønn týdning ein tílík politisk avgerð hevur?
Tað var Tórbjørn Jacobsen, sum tók avgerðina í sínari tíð sum landsstýrismaður. Síðani er Tórbjørn Jacobsen farin úr sínum embæti. Tveir aðrir landsstýrismenn hava síðani verið at sæð við stóra skrivaraborðið í stýrinum/ráðnum á Hoyvíksvegnum.
Óli Holm, sum tó tók við landsstýrismaður eftir Tórbjørn Jacobsen, vildi halda fast í avgerðini hjá undangongumanni sínum. Tað eydnaðist tó hvørgum teirra at fremja hetta í verkið, og Stuðulsstovnurin liggur enn í Havn.
Annlis Bjarkhamar er nú eisini vorðin konfronterað við spurningin, og hon hevur enn ikki tikið nakra heilt greiða støðu.
Annlis avgerð
Avgerðin hjá Tórbirni Jacobsen er ein politisk avgerð. Avgerðin vísir á eina politiska ætlan. Avgerðin inniber ikki nakra fyrisitingarliga ger, eitt nú setan í starv ella leigan av hølum osfr.
Rúni Joensen, løgfrøðingur og aðalstjóri í løgmálaráðnum, sigur, at ein politisk avgerð lættliga kann broytast, men søgan var ein onnur, um onnur fyrisitingarlig stig vórðu tikin, eitt nú at fólk vórður sett í starv at arbeiða hjá Stuðulsstovninum í Runavík. Við hesum stigum fylgir ein ábyrgd.
Sostatt kann Annlis Bjarkhamar gera sum hon vil. Hon kann flyta Stuðulsstovnin til Runavíkar í dag og flyta hann aftur til Havnar í morgin. So leingi arbeitt verður við politiskum avgerðum kann alt henda.
Vert er at nevna, at starvssetanarøkið hjá starvsfólkunum á Stuðulsstovninum er mentamálaráðið.
Terji á Lakjuni greiðir frá, at umframt hann sjálvan arbeiða fimm fólk á Stuðulsstovninum, og tey eru sett í starv av Mentamálaráðnum og eru limir í Starvsmannafelagnum. Tað er sostatt bæði í tráð við teirra starvssetan um tey arbeiða í Runavík, Havn ella í Mykinesi.
Terji á Lakjuni er sjálvur limir í Magistarafelagnum, og hansara starvsøkið fellir eisini innanfyri Mentamálaráðið.
Flytast?
Í Sosialinum 30. august 2002 verður spurningurin um framtíðar adressuna hjá Stuðulsstovninum viðgjørdur.
Har greiðir Annlis Bjarkhamar frá, at hon fer at hyggja eftir málinum og fer so at taka eina avgerð.
Terji á Lakjuni greiðir tá eisini frá, at starvsfólkið er ørkymlað av støðuni, tí tey fáa ikki nøkur greið boð um framtíðini hjá stovninum.
Ført er fleiri ferðir fram, at starvsfólkið á Stuðulsstovninum ynskir at vera í Havn, og hetta hava eisini onnur gjørt vart við, at tey ynskja.
Tórbjørn Jacobsen kallar tað hinvegin púrasta burturvið, at Annlis Bjarkhamar nú skal viðgera málið av nýggjum.
Fyrispurningur
Tá tað í sínari tíð kom fram, at Stuðulsstovnurin skuldi flytast til Runavíkar, varð eisini víst á av summum, at Løgtingið skuldi verið betri kunnað.
Løgtingsmenn hava sambært Stýrisskipanarlógini rætt til at spyrja løgmann og landsstýrismenn um tað, teir ynskja.
Bæði Heðin Mortensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, og Katrin D. Jakobsen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, nýttu herfyri høvið til at seta Annlis Bjarkhamar ein munnligan fyrispurning um Stuðulsstovnin.
Áður hevur eisini Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin, spurt Óla Holm um henda sama stovn.
Hóast spyrjararnir ikki vóru nøgdir, so var svarið greitt: Ein avgerð stendur við til ein onnur kemur ístaðin.