Í samband við borgarafundin, sum var í Kaldbak í gjár, gjørdu fundarfólkini eina yvirlýsing, har tey harliga mótmæltu ætlaðu útbyggingini á Sundi. Tey mettu hon var eitt brot á samtykar ætlanir fyri gomlu Kaldbaks kommunu og tað var at misrøkta sínar uppgávur tá kommunan heldur ikki hevði tikið Kaldbaks nevndina uppá ráð.
- Hetta er eitt keðiligt mál, men eg kann siga somikið sum, at tað kann ikki verða nøkur loyna fyri fólkið í Kaldbak, at Sund er eitt vinnuøki. Tað bleiv víðka í 1995 og broytt í 2006 til havnaøki. Tó tóku Kaldbaksfólk undir við tí, sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.
Hon sigur eisini, at tá mann sigur, at kommunan ikki hevur lurtað eftir borgarunum í Kaldbak, so er tað ikki heilt rætt, tí kommunan valdi til dømis at bakka frá ætlanunum um at leggja Sundsá undir grót.
- Vit hava tikið atlit til umhvørvið, sigur Annika Olsen.
Annika Olsen sigur víðari, at hon skilir, at fólk í Kaldbak eru ónøgd við, at tey ikki vórðu tikin uppá ráð tá nýggjasta avgerð um grótið bleiv tikin, men at tað er einaferð so, at Tórshavnar kommuna er í harðari kapping við onnur, bæði heima og uttanlands, um vinnupláss og at tað er ein uppgáva, ið má loysast.
- Tað, at mann fær eitt økið við sjógvin, er eitt tað besta vinnuøki yvirhøvur, sigur Annika Olsen.