Avgreiðsla hjá Kyndli

Kyndil vann uttan stórvegis trupulleikar, tá tær leygardagin vóru á vitjan hjá Søljuni.
Fyri steðgin var munurin millum liðini ikki tann heilt stóri, og kanska hevði Kyndil eisini hug at taka sær av løttum. Seinastu tíggju minuttirnar fyri steðgin megnaðu tær tó at leggja motstøðuna aftur um seg, og so hildu tær fast restina av dystinum.

Fakta um dystin
Søljan-Kyndil 16-23 (7-10)
Málskjúttar
Søljan: Heidi Maria Akselsen 5, Sólja Jóanesdóttir 4(1), Arnleyg Haraldsen 2(1), Louisa Niclassen 2, Fía Selma Nielsen 1, Hertha Simonsen 1, Irdi Mikkelsen 1
Kyndil: Linda Andriulyte 6, Jórun Ludvík 4, Súsanna Petersen 4, Anja Heinadóttir 3, Eyðritt Andreasen 3, Linda Weihe 2, Hildur Høghamar
Brotskøst: Søljan 3, Kyndil 1
Útvísingar: Kyndil 2
Dómarar: Sámal Paulason & Kristian Johansen.