Stjørnan vann dystin heili 40-26, eftir at hálvleikstøðan var 21-14. – Vit eru nógv betur í dag, Kyndil kempar heilt einfalt ikki nóg nógv í kvøld, og tá verður dysturin lættari hjá okkum, sigur Una Olsen
HONDBÓLTUR
Niels Petersen
Tað má sigast, at úrslitið talar fyri seg, tá Stjørnan hevði vitjan av kvinnunum úr Kyndli í gjárkvøldið. Úrslitið gjørdist ein munur uppá 14 mál, so ikki er sagt ov nógv, tá sagt verður, at Stjørnan hølvaði Kyndil av.
Lyklaleikarar
Lyklaleikarar hjá Stjørnuni hendan dystin vóru, sum so mangan, Simona Hansen, Una Olsen, Durita Christophersen og Joan M. Djordjevic. Hesir leikarar góvu Kyndli ein truplan dyst, og vóru ein konstant hóttan móti teimum grønu úr Havn. Samstundis sum skjúttarnar úr Klaksvík fingu tað at ganga væl, tók málverjin hjá Stjørnuni, sær av tí mesta, ið verjan ikki megnaði at standa fyri.
Dagsins detalja
Dagsing detalja var annars ein, ið Kyndlakvinnur stóðu fyri. Tað var um miðjan annan hálvleik, tá Jacklin Durhuus vísti klaksvíksfólki, hvussu honbóltur kann spælast, tá hann er mest glæsuligur. Jacklin kemur við ferð móti verjuni í høgra borði, og verjan kemur hart út ímóti henni. Jacklin dregur og sneiður sær, og júst áðrenn taklingin sat, fekk hon á meistarligan hátt við hygg vekk-fintuni, blakað bóltin út á vongin. Spell at ikki mál stóðst burturúr hesari støðu, tað hevði hetta uppiborið.
Stutt frásøgn
Dystarfrásøgnin er stutt í dag, tí úrslitið talar fyri seg. Heili 14 mál á muni, tá síðsta bríksl ljóðaði, tað sigur ikki heilt so lítið. Stjørnan fekk fingið rættuliga gongd á málskjótingina, og hava óivað gott mót uppá kappingina víðari. Meðan ørðvísi er vorðið við Kyndli, tær mugu seta seg niður og tosa um hvat gekk galið og gera tað betur næstu ferð. Tí lítil ivi er í, at tey skullu megna at spæla betur enn tær gjørdu í gjár.
Spennandi verður, at fylgja gongdini hjá Kyndli, framyvir í kappingini, fyri at síggja um tær megna at broyta gongdini.
Í Faktaboks
Stjørnan - Kyndil 41-26 (21-14)
Málskjúttar
Stjørnan: Simona Petersen 14 (4), Una Olsen 7, Durita Christophersen 6, Joan M. Djordjevic 5, Anna Kristina Samson 4, Hanna Mikkelsen 2, Edith Hansen 2, Bára Skaale Klakstein 1
Kyndil: Jórun Ludvig 7 (2), Jacklin Durhuus 6 (1), Súsanna Petersen 5, Lina Andriulyte 3, Tordis Tróndarson 2, Ronja M. Mikkelsen 2 (2), Hildur Høghamar 1
Brotskøst: Stjørnan 4, Kyndil 8
Útvísingar: Stjørnan 4, Kyndil 1
Dómarar: Ragnar Simonsen & Rúni Mohr