Í vikuni hevur Sosialurin gjørt rættiliga nógv burturúr heimasíðuni Facebook og øðrum háttum at loypa á fólk við tøkni.
Serliga eitt ávíst mál hevur fylt nógv, og nú veit løgreglan at siga, at teir hava havt fólk inni til avhoyringar.
- Vit hava havt tveir persónar inni til avhoyringar, sigur Bergleif Brimvík, kriminalovasti.
Skjótt arbeiði
Í samband við hetta mál er løgreglan eisini løgd undir at arbeiða seint, men hetta heldur hann ikki vera rætt.
- Málið varð fráboðað í januar. Vit hava gjørt kanningar í málinum, og hava eisini fingið teir viðkomandi upplýsingarnar frá telefyritøkuni, so vit nú hava havt tvey fólk til avhoyringar. So eg haldi ikki, at mann á nakran hátt kann siga at borið hevur verið seint at, staðfestir kriminalovasti. Hann leggur afturat, at teir sjálvandi skulu hava ein rættarúrskur fyri at gera tílíkar kanningar, og hendan hava teir longu nýtt.
So staðfestast kann, at nú restar lítið í, at brotsfólkini í Facebook málinum verða handtikin.
Fólk kunnu hjálpa
Í sokallaða Facebookmálinum hevur Theodor Joensen gjørt nakrar kanningar sjálvur, og hetta heldur løgreglan vera gott.
- Tað sígur seg sjálvt, at betri eitt mál verður lýst, betri er tað, staðfestir Bergleif Brimvík. Hann leggur tó afturat, at tað er sera týdningarmikið, at fólk ikki bróta nakrar lógir, um tey gera tílíkar kanningar.
Tíðindi gera mun
Gjøgnum vikuna hevur Sosialurin gjørt nógv burturúr hesum málið. Mikudagin greiddu tvey fólk frá, at teirra telda varð nýtt í málinum, og í gjár greiddi Theodor Olsen frá hansara søgu, tá familja hansara hevur verið fyri ágangi, og at hann sjálvur hevur gjørt kanningar í málinum.
- Tað er gott at pressan tekur tílík mál upp, serliga parturin við fyribyrgjandi arbeiði gjøgnum dátueftirlitið, sigur Bergleif Brimvík. Hann leggur tó somuleiðis dent á, at tað ikki er altíð, at ein viðgerð í fjølmiðlunum hjálpir eini sak, tí tað kann eisini vera hinvegin.
- Í júst hesi sakini hava fjølmiðlarnir tó ikki gjørt nakran mun, sigur kriminalovastin.