Avhoyrdur handan læstar hurðar

27 ára gamli klaksvíkingurin, sum tikin varð í morgun í Klaksvík fyri at hava stungið ein annan mann, er nú í grundlógarhoyri Maðurin er skuldsettur bæði fyri kvalifiseraðan harðskap og fyri at hava hótt ein annan, so vandi var fyri lívi hansara.

Sambært skuldsetingini, ið varð lisin upp, áðrenn hurðarnar vórðu læstar, hevði hann klokkan hálvgum fimm í morgun hótt ein annan mann við knívi, og góðan hálvan tíma seinni stakk hann sama mann í búkin.

Blaðið á knívinum var 30 cm langt og fór langt inn.

Kravið hjá ákæranum varð at fáa mannin varðhaldsfongslaðan í tríggjar ferðir 24 tímar.

Av tí at nøkur vitni skulu enduravhoyrast, og nøkur vitni aftrat hooyrast, bað fútin um, at grundlógarhoyrið fór fram við afturlatnum hurðum, og dómarin eftirlíkaði.

Lesið eisini Stungin í búkin í Klaksvík