Avhoyring av Stormy Daniels í Trump máli er liðug

Pornosjónleikarin Stormy Daniels enda í dag vitnisfrásøgn sína eftir fleiri dagar við hørðum munnhøggarí við advokatin hjá Donald Trump, Susan Necheles.

Advokaturin hjá Trump endaði í dag ógvusliga avhoyring av Stormy Daniels við at vísa til eini tekstboð, har Stormy Daniels hevði skrivað, at hon fór at dansa í gøtunum, um Trump verður dømdur sekur. - Foto: Angela Weiss/Ritzau Scanpix

Advokaturin hjá Trump hevur lagt Stormy Daniels undir at royna at vinna pening upp á søguna um, at hon hevði kynsligt samband við hann.

Daniels sigur, at hon 2006 hevði sex við Donald Trump. Fyrrverandi forsetin vísir hesum aftur.

Hon hevur ein týðandi leiklut í hyssj-málinum, har Donald Trump er ákærdur fyri at hava snýtt við roknskapartølum í sambandi við, at Stormy Daniels fekk útgoldið 130.000 dollarar frá fyrrverandi advokatinum hjá Donald Trump, Michael Cohen, fyri at tiga um kynsliga sambandið við Trump undan forsetavalinum í 2016.

/ritzau/Reuters