Eg eri bara ein drongur úr Hoyvík

Tað sigur eitt av heitastu hondbóltsnøvnum í heiminum í løtuni, hoyvíkingurin Elias Ellefsen á Skipagøtu.

Og tað sigur hann í samrøðu við Sosialin í dag.

 

21 ára gamli hondbóltsleikarin hjá Kiel og spælstýrarin á føroyska landsliðnum er fyri stuttum kosin heimsins besti ungi leikari.

 

– Mær leingist ríkiliga nógv, og tað fari eg nokk altíð at gera. Men tað er ein partur av tí.

 

– Dreymur mín er enn at vinna Føroyar til HM endaspælið og fyri aðru ferð til EM endaspælið og at vinna Champions League, sigur ungi hondbóltsúrmælingurin við Sosialin.

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu er 21 ára gamal og úr Hoyvík. Hann býr í Kiel í Týsklandi, har hann spælir hondbólt á ovastu rók. Uttan um hondbóltin dámar Eliasi best at brúka tíð á FaceTime og at spæla PlayStation saman við vinmonnum online, men tað er ikki fyri spælið, meira fyri prátið.

 

Elias hevur tikið eitt miðnámsár á Glasi, men gavst, tá ið hann flutti til Svøríkis. Hann hevur ætlanir um at fullfíggja miðnám. Hann gjørdi eina roynd, tá ið hann flutti til Svørkis, men føldi seg noyddan at gevast, tí svenska málið var ein ov stór byrða í byrjanini. Hondbóltur er í grundini alt fyri Elias, men tá ið hann megnar at hvíla høvdið frá hesi ítrótt, er tá ið hann er heima í Føroyum og vitjar

 

Og so nýggjasta gøtan í Tórshavnar Kommunu eitur nú á Skipagøtu, eftir unga hondbóltsúrmælinginum

 

Í Sosialinum er eisini samrøða við Bjørg á Rógvi, borgarstjóra í Vestmanna. Hon er ættað úr Funningi, men hevur búð í Vestmanna síðan 1985. Í nógv ár starvaðist hon sum bankafólk, men seinnu árini hevur hon verið sjálvtøðug vinnurekandi. Tá hon fyrstu ferð læt seg stilla upp á kommunuvalinum seinast, gjørdi hon eitt gott val, tó at hon tá var eitt óskrivað blað í politikki.

 

– Tað hevur verið nógv at seta seg inn í og nógv at takast við, men við góðari og dugnaligari umsiting hava tingini lagað seg sum best, sigur borgarstjórin í Vestmanna við Sosialin, sum hevur vitjað í Vestmanna í sambandi við bátastevnuna, sum verður næsta vikuskiftið.

 

##med2##

 

Onnur samrøða í Sosialinum er við nýggja stjóran á Listasavni Føroya, Solveig Hanusardótir Olsen. Hon sigur, at Listasavnið skal vera fyri øll.

 

– Eg kundi ikki lata vera og hevði iðrað meg, um eg ikki søkti starvið, sigur Solveig Hanusardóttir Olsen, sum verður nýggjru stjóri á Listasavni Føroya. Hon hevur eina greiða viskjón og ætlan fyri stovnin: Listasavnið skal vera fyri øll.

 

Solveig Hanusardótir Olsen er 36 ára gomul. Hon livir saman við Knút Háberg Eysturstein, og tey eiga tveir synir saman. Hon er cand. mag í religiónssøgu og master í listasøgu. Hon hevur eisini útbúgving innan leiðslu og hevur hjánám í føroyskum.

 

Hon undirvísir í løtuni í lærugreinini lívsáskoðan, siðalæra og vísindaástøði á Fróðskaparsetri Føroya, men gevst í juni. Hon tekur við starvinum sum stjóri á Listasavni Føroya tann 1. juli.

 

Sosialurin fæst í leysasølu kring landið. Haldarar kunnu keypa blaðið í talgidlgum formi á www.sos.fo