ROKNSKAPUR
Gongdin er tann rætta
Soleiðis sigur Bjarni Olsen, stjóri í Føroya Sparikassa. Seinastu árini hevur Føroya Sparikassi merkt góðu gongdini í búskapinum og samfelagnum á sín egna kropp.
Frá 1999 hevur yvirskotið bara voksið, har hvørt árið hevur verið metár.
?Sjálvandi hevur góða gongdin við gongdina í búskapinum at gera. Men hon skyldast eisini, at vit hava vunnið fram í kappingini, sigur Bjarni Olsen.
Niðasta linja fyri 2002 vísti eitt yvirskot áljóðandi 75,9 mió. kr. áðrenn ? 60,6 mió. eftir skatt. Úrslitið fyri 2001 var 73,8 milliónir áðrenn skatt.
Gongdin hjá Føroya Sparikassa seinastu árini hevur verið, at støðugt størri partur av útláninum hjá teimum er til vinnulív. Síðst í farna ári var býtið á leið 36 % vinnulív og 64 % privat.
?Vit meta ikki, at tað hevði givið nóg stórt avkast bert at satsa upp á privatar kundar, og vit halda eisini, at vit hava eina skyldu at veita tænastur til vinnulívið, sigur Bjarni Olsen.
Hóast góðu gongdini miðjar Føroya Sparikassi eftir einum enn betri úrsliti, sigur Bjarni Olsen.
?Vit vilja fegin røkka nakað omanfyri 10% í avkasti av eginpeninginum, og hesum eru vit enn eitt fitt petti frá, sigur Bjarni Olsen. Nógv undra seg kanska yvir, hví avkastið skal gerast størri. Tað er jú longu methøgt? Eftir okkara tykki eiga ikki bert vit, men allar føroyskar fyritøkur at stremba móti fíggjarligum avkastum, ið standa mát við váðan við teirra virksemi, og sum eru sambærlig við tað avkastið líknandi fyritøkur røkka uttanlands, greiðir Bjarni Olsen frá.
Spurningurin er so, hvussu Føroya Sparikassi kann røkka hesum máli?
Forstjórin í Føroya Banka, Jørn Astrup Hansen, hevur tosað um, at rentumarginalurin, t.e. munurin millum innláns- og útlánsrentuna, er ov lítil í Føroyum. Hetta fer at merkjast, tá ?vanligar? tíðir við tapi til peningastovnarnar fara at koma aftur.
Bjarni Olsen er eisini samdur við Jørn Astrup Hansen í tí, at føroysku peningastovnarnir kunnu vænta sær eisini at skulu tapa pengar í komandi tíðum.
?Sum heild eiga vit at kunna vinna meira pening, og tað er rúmd fyri at víðka rentumarginalin sum ein møguleiki. Men høvuðsmiðilið at økja avkastið er at veita dygdargóðar og kappingarførar tænastur og hava ein effektivan rakstur, sigur Bjarni Olsen.
Tølini
Fíggjarstøðan javnvigaði við 5,191 mia. kr. við ársenda 2002 móti 4,954 mia. kr. í 2001. Vøksturin er 237 mió. kr. ella 4,8%, skrivar Føroya Sparikassi í sambandi við roknskapin.
Útlánini við ársenda 2002 vóru 3,979 mia. kr. móti 3,589 mia. kr. í 2001. Vøksturin er 390 mió. kr. ella 10,9%, og hevur vøkstur verið bæði til vinnu og privat, meðan útlánið til almennar myndugleikar o.t. er fallið. Innlánini vóru 3,947 mia. kr. í 2002 móti 3,792 mia. kr. í 2001. Vøksturin er 155 mió. kr. ella 4,1 %. Útlánsprosentið, tað er lutfallið millum útlán íroknað burturleggingar og innlán, var 102,9% móti 96,4% í 2001.
Eginognin er nú 877 mió. kr. móti 820 mió. kr. við árslok 2001. Hetta er ein vøkstur uppá 57 mió. kr.
Solvensprosentið við árslok var 22,0% móti 24,1% við árslok 2001. Lógarkravið er 8%. Gjaldførið var 798 mió. kr. við árslok 2002 móti 934 mió. kr. í 2001. Sparikassin hevur sostatt ein yvirdekning í mun til lógarkrav um gjaldføri uppá 80,6%.
Eginpeningurin varð rentaður við 7,1% eftir skatt í 2002 móti 7,3% í 2001. Fallið stendst av, at eginpeningurin er øktur lutfalsliga meira enn úrslitið er økt, m.a. vegna tann stóra áhugan at tekna partapening í Sparikassanum.