Nú er tað endiliga greitt, hvat skip skal avloysa Smyril í rutusiglingini ímillum Suðuroynna og Havnina, í meðan Smyril er á beding á Skála.
Talan er um ensku ferjuna, ?Claymore?, sum stóra, enska felagið, P&O eigur.
Men hetta var eisini avgjørt í allar seinastu løtu at tað eydnaðist at finna eitt skip, tí tað er longu mánadagin, at Smyril fer á beding.
Tað eru nakrir dagar síðani, at Strandferðslan fekk eyga á ?Claymore? og síðani hava nógv fólk, bæði hjá Strandferðsluni, hjá P&O og skipsmeklarar fyri at fáa leigusáttmálan í lag.
Nú er tað komið hartil, at Skipasýnið hevur góðkent skipið og í gjár varð arbeitt við at leggja seinastu hond á ein leigusáttmála.
Men Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, væntaði ikki, at hetta fór at verða nakar trupulleiki.
Tíðliga í gjár var longu avgjørt, at einir 10-11 mans hjá Strandferðsluni skuldi fara til Onglands í dag eftir ?Claymore?, og sigla hana til Føroyar, her hon verður sett í rutusigling mánamorgunin.
Leigusáttmálin er komin so mikið langt undir land, at onglendingar eru longu farnir at fyrireika fráferðina. Motorarnir eru við at verða settir ígongd og stólar og annað er fingið umborð.
300 fólk og 50 bilar
Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at hetta var einasti møguleiki yvirhøvur, at fáa eitt brúkiligt avloysaraskip fyri Smyril.
Skip, sum hava verið nógv betri hóskandi enn ?Claymore? hava staðið Strandferðsluni í boði, men tað hevur ikki borið til at tikið av tilboðunum, tí Strandferðslan hevur ikki havt nóg mikið av peningi at arbeitt við.
Og tað er ikki fyrrenn beint nú, at tingið hevur játtað Strandferðsluni meiri pening, hóast stovnurin gjørdi vart við trupulleikan fyri meiri enn hálvum ári síðani.
Men Reidar Nónfjall heldur, at ?Claymore? er eitt brúkiligt avloysaraskip, hóast tað langt í frá er so væl hóskandi, sum onnur skip, ið tað hevði borið til at fingið, um tingið hevði havt játtað peningin fyrr.
? Eg hugsi mest um, hvørjar avleiðingar, tað hevði havt, um vit ikki fingu hetta skipið. Og tað er púra greitt, at fingu vit ikki hetta skipið bleiv onki avloysaraskip fyri Smyril yvirhøvur, og tað hevði ein vanmlukka fyri Suðuroyingar.
Umboð fyri Strandferðsluna hava verið í Liverpool og hugt kannað ferjuna og tey lata bara væl at sum so.
??Claymore? er í góðum standi og er væl hildin í allar mátar.
Tað siglsti inntil fyri einum mánaða síðani.
Men tað er væl minni enn Smyril. Tað tekur 300 fólk og 50 persónbilar, ella sjey treylarar uppá átta metrar hvør.
Talan er sostatt um eitt kombinerað ferðamanna- og farmaskip.
?Claymore er 78 metrar langt og tað siglur 14 míl. Tvs, at tað hevur hálvan triðja tíma um ferðina ímillum Tvøroyri og Havnina.
Men tað er 18 metrar breitt og er sostatt tveir metrar breiðari enn Smyril.
? Samstundis hevur tað stabilisatorar, so tað er ikki eitt skip, sum rullar illa, sigur Reidar Nónfjall.
Til samanberingar kann nevnast, at Smyril tekur 110 bilar og yvir 600 ferðafólk.
Hinvegin tekur Dúgvan bara 38 bilar, ella 5-6 treylarar. Men afturfyri tekur hon 352 ferðafólk, og tað eru 52 fleiri enn ?Claymore?.