Avlýst í Leirvík vegna veður

(1.deild menn) Dysturin millum Skála og TB er avlýstur vegna veður. Hetta er ein avgerð, sum allir partar eru samdir um.

 

-       Tað var ov nógvir vindur og tí valdu vit í sátt og semju um at útseta dystin, sigur Petur Reinert við in.fo í dag.

 

Venjarin hjá Skála váttar eisini, at tað var ein felags avgerð um at útseta dystin, sum helst verður spældur fríggjakvøldið.

 

-       Ja, allir partar vóru samdir um at spæla hendan dystin í betri veðrið. Vit og Petur Reinert vóru komnir til hesa niðurstøðuna og tá TB liðið kom, tóku teir undir við avgerðini, sigur Eliesar Olsen, venjari hjá Skála.

 

Skála spælir fyribils sínar heimsdystir í Leirvík, tí vøllurin á Skála ikki er klárur enn.

 

Tríggir aðrir dystir eru í 1.deild í dag. Á Toftum er toppuppgerð millum B68 og FC Suðuroy, KÍ spælir móti Víkingi, meðan B71 spælir botnuppgerð móti EB/Streymi.