Triðja barnaskaldsøgan um Hugo, sum býr í Port Janua, er komin út. Hon nevnist »Kom yvirum, Hugo«, og aftur hesaferð hevur høvundurin Rakel Helmsdal leitað sær í heimsbókmentirnar eftir íblástri.
Hugskotið til plottið er komið frá einari stuttsøgu eftir Stefan Zweig, ið nevnist »Uventet bekendtskab med et håndværk«.
- Tað er ein fantastisk stuttsøga, sum eg altíð havi elskað. Ein dagin segði tað bara klikk! Hon hóskaði akkurát til Hugo, greiðir Rakel Helmsdal frá.
Við lummatjóvi
Triðja skaldsøgan um Hugo byrjar við, at Hugo eygleiðir ein lummatjóv, sum stjelur. Nakrar dagar seinni rennir Hugo á sama drongin við súkklu sínari. Drongurin brýtur beinið, og teir báðir gerast góðir vinir.
Tað vísir seg, at Stefan, sum drongurin eitur, er eitt misrøkt barn, tí foreldrini ikki hava givið honum umsorgan. Hann heldur seg einki duga uttan at stjala, og tað passar sjálvandi ikki heilt. Teir báðir uppliva sjálvandi ymiskt spennandi saman, og eitt nú avdúka teir gomul loyndarmál í gomlu borgini í bynum.
Sum altíð snýr Hugo bókin seg um vinarlag. Fløkta lívið hjá forsømda Stefani skapar trupulleikar, ið Hugo ikki hevur vitað av fyrr, og dreingirnir verða drignir upp í gamlar loynidómar, meðan teir royna at fáa rættlag á aftur.
Gevur víðari
Rakel Helmsdal hevur gjørt tað til sítt vørumerki at føra heimsbókmentir inn í sínar barnasøgur. Navnið Hugo stavar frá sjálvum Victor Hugo, sum gav íblásturin til fyrstu bókina í røðini um Hugo og hansara vinir.
- Alt gevur íblástur, tá tú skrivar. Tað tú hoyrir, sær og lesur. Hevur tú lisið góðar bøkur, so vilja tær ikki fara úr tær aftur. Tað kennist væl at geva nakrar av hesum upplivingum víðari, so børnini eisini fáa burturav. Hvussu kanst tú lata vera við at lata teg inspirera? Eg havi lisið í eini franskari rithøvundavegleiðing, at tann absolutti originaliteturin er ikki til. Av ymsum blómum kanst tú gera tín egna hunang, stóð í bókini, og tað taki eg undir við, sigur Rakel Helmsdal.
Virðing og vinarlag
Trúskapur, vinalag og virðing fyri øðrum menniskjum, ið eru øðrvísi, gongur aftur í bókunum um Hugo. Rakel Helmsdal sigur kortini, at hon ongan ávísan boðskap hevur í huga, tá hon setir seg at skriva.
- Eg vil ikki siga børnum nakað ávíst. Mær dámar at fortelja eina søgu, og tað er tað. Sjálvandi taki eg eisini ymiskt úr egnum barmi og havi fingið tankar og hugflog frá mínum egna barndómi. Tá var gott vinalag tað týdningarmesta, sum hjá øllum øðrum børnum. Tað vísir seg, at opinleiki, vinalag og virðing gerast evni, eg komi til at fotelja um, men eg ætli ikki at vísa børnunum á nakran ávísan moral. Tað er í øllum førum ikki við vilja, tí børn duga sjálv at gera sær tankar, sigur Rakal Helmsdal.
Sjálvgjørdur býur
Allar søgurnar hjá Rakel Helmsdal ganga fyri seg í býnum Port Janua. Tað byrjaði longu við søgusavninum »Søgur úr Port Janua«, tí býurin tók skap.
- Tað hevur verið ein long prosess at bygt býin. Eg hevði skrivað fleiri stuttsøgur, áðrenn Port Janua sum hugtak uppstóð. Men eg sá, at tað var ikki eitt ávíst geografiskt øki. Og síðan er tað komið so hvørt. Ein nýggjur býarpartur er uppstaðin og eg havi teknað býin upp, sigur Rakel Helmsdal.
Sjálvgjørdi býurin hevur bæði givið rithøvundanum frælsi og avmarkingar.
- Eitt óavmarkað frælsi gevur tær ikki fleiri hugskot, enn eitt avmarkað frælsi gevur. Innan fyri ávísar karmar, sum kortini ikki verða avmarkaðir av einum kendum veruleika, kanst tú menna tínar egnu søgur og myndir. Um eg læt hendingarnar fara fram í Havn, so kendu fólk seg aftur, og tað hevði forðað huginum at farið á flog.
- Við einum avmarkaðum frælsi eru nakrir karmar fyri hendingunum, men tað eri eg, sum ráði yvir náttúrulógunum eftir mínum egnu reglum. Eg havi bæði lóggevandi og útinnandi vald, men persónarnir, sum eg skapi, liva sítt egna lív, sigur Rakel Helmsdal.
Tann fjórða á veg
- Hugo hevur tað annars gott, sigur Rakel. Hann gerst spakuliga eldri. Í fyrstu bókini var hann 11 ára gamal, og í triðju bókini er hann akkurát fyltur 12 ár. Rakel er so smátt farin í gongd við fjórðu bókina, men hvussu nógvar bøkur vera um Hugo, hevur hon ikki sett tal á. Hann verður so ongantíð vaksin.
- Tá hann verður tineygjari, so gevist eg. Tá skal hann sleppa at liva sítt egna lív við øllum teimum gleðum og sorgum, sum tað hevur við sær, sigur Rakel.
Rakel Helmsdal hevur brúkt sjey mánaðir til at skriva ta triðju bókina um Hugo. Hon hevur fingið tvær starvslønir frá Mentanargrunninum til arbeiðið, eina á tríggjar og eina á fýra mánaðir. Uttan tær bar illa til.
- Tað krevur fulla tíð at skriva, og hevði eg ikki fingið starvslønina, so hevði bókin tikið tíggju ár at skriva, sigur Rakel Helmsdal.
Rakel Helmsdal:
Kom yvirum, Hugo.
Perma: Phillip Carré.
Kort: Rakel Helmsdal.
Umbrotið, prentað og innbundið: Hestprent.
Bókadeild Føroya Lærarafelags, 2003.