Avreiða tann størsta inntøkumøguleikan av landinum

Tað eru tey, sum halda, at tað at gagnnýta uppisjóvarfiskin er tann størsti inntøkumøguleikin, sum tað føroyska samfelagið hevur í løtuni. Kortini vórðu 72,3 prosent av tí, sum tey føroysku uppisjóvarskipini fiskaðu í fjør, avreidd í øðrum londum til virkingar har.

Tann føroyski uppisjóvarflotin hevur onkuntíð verið størri, enn hann er nú, og hann hevur eisini onkuntíð havt rúmari ræsur, enn hann hevur í dag. Minkandi kvotu hava gjørt, at nøgdirnar eru minkaðar, og tað hevur noytt vinnuna at leggja seg eftir at hava færri, men størri og effektivari skip fyri at fáa meiri burturúr. Úrslitið er, at í dag kunnu uppisjóvarskipini næstan teljast á einari hond.

Men teir skerdu veiðimøguleikarnir hava eisini havt við sær, at prísurin á uppisjóvarfiskinum er hækkaður, og tí hava uppisjóvarskipini verið millum teirra, sum hava havt tað besta fíggjarliga úrslitið at vísa á tey seinnu árini. Spurningurin er so, um hesin parturin av veiðitilfeinginum hjá samfelagnum eisini gevur samfelagsbúskapinum tað best møguliga avkastið.


72% av nøgdini

Í 2009 avreiddu tey føroysku uppisjóvarskipini 157.354 tons av sild, svartkjafti og makreli. Tøl hjá Fiskiveiðieftirlitinum vísa, at av hesum avreiddu skipini 43.519 tons í Føroyum, meðan hini 113.835 tonsini vórðu avreidd uttanlands.

Skipini avreiddu 84.944 tons av sild. Av hesum vórðu 15.474 tons avreidd í Føroyum, meðan 69.470 tons vórðu avreidd í øðrum londum. Tað vil siga, at skipini avreiddu 81,8 prosent av sildini uttanlands og 18,2 prosent í Føroyum.

Av svartkjaftinum kom heldur meiri upp á land í Føroyum. Av teimum 58.348 tonsunum, sum skipini avreiddu, vórðu 28.000 tons løgd upp í Føroyum, meðan útlendsk virkir fingu 30.300 tons. Sostatt var býtið, at 51,9 prosent av svartkjaftinum vórðu avreidd uttanlands og 48,1 prosent í Føroyum.

Makrelurin er ein søga fyri seg, tí ølla veiðan, 14.061 tons, varð avreidd uttan fyri Føroyar.

Leggja vit tølini saman, avreiddu uppisjóvarskipini 72,3 prosent av veiðini uttanlands. Hini 27,7 prosentini avreiddu tey í Føroyum.


81 prosent av virðinum

Siga vit, at meðalprísurin á sildini var 2,50 krónur pr. kilo í fjør, avreiddu tey føroysku uppisjóvarskipini sild fyri 212,4 milliónir krínur í 2009. Virðið á sildini, sum bleiv landað í Føroyum, var 38,7 milliónir krónur, meðan skipini avreiddu sild fyri 173,7 milliónir krónur í útlendskum havnum. Við øðrum orðum var virðið á avreiðingunum uttanlands 81,8 prosent av tí samlaða avreiðingarvirðinum. Tann føroyski parturin var 18,2 prosent.

Seta við meðalprísin á svartkjaftinum til 1,50 krónur pr. kilo í fjør, avreiddu skipini svartkjaft fyri 87,5 milliónir krónur. Fyri tað, sum bleiv landað í Føroyum, var avreiðingarvirðið 42,1 milliónir krónur, og uttanlands avreiddu skipini svartkjaft fyri 45,4 milliónir krónur. Við øðrum var virðið avreitt uttanlands 51,9 prosent og virðið avreitt í Føroyum 48,1 prosent.

Sum nevnt omanfyri avreiddu uppisjóvarskipini allan makrelin uttanlands. Seta vit meðalprísin til 8,50 krónur fyri kilo, avreiddu skipini makrel fyri 119,5 milliónir krónur í øðrum londum.

Samanlagt var virðið avreitt uttanlands 80,7 prosent av tí samlaða avreiðingarvirðinum ímóti 19,7 prosent avreitt í Føroyum.


Frítt at avreiða

Meðan íslendsk og norsk uppisjóvarskip sum meginregla skulu avreiða fiskin í heimlandinum, kunnu tey føroysku uppisjóvarskipini avreiða, har tey vilja.

Í fiskimálaráðnum verður sagt, at tað stendur einki í veiðiloyvunum hjá uppisjóvarskipunum, hvar veiðan skal avreiðast. Sagt verður, at føroysk lóggáva áleggur ikki skipum at avreiða á´avísum staði, men lógin heimilar myndugleikunum at revsa skip, um tey avreiða meiri enn ein ávísan part av veiðini uttan fyri Føroyar. Hendan reglan er tó bara galdandi fyri botnfisk, sum er veiddur undir Føroyum ella Íslandi.

Í grein 9 í kunngerðini hjá íslendska fiskimálaráðnum um svartkjaftaveiði hjá íslendskum skipum stendur, at veiðan skal avreiðast og vigast í íslendskari havn. Tað sama stendur í grein 5 í kunngerðini um veiði hjá íslendskum sildaskipum. Í báðum førum kunnu skip søkja um loyvi at avreiða í útlendskari havn.

Tað er tó ein sannroynd, at bæði íslendskir og norskir myndugleikar hava sett ymsar tekniskar handilsforðingar, sum avmarka møgleikarnar hjá teirra skipum at avreiða uttanlands.