Fullur maður dottin á sjógv

Fólk stúrdu fyri, at hann skuldi detta á sjógv enn einaferð

Løgreglan fekk í gjár boð um eina druknan mann, sum tey stúrdu fyri skuldi detta á sjógv við bátabrúgvarnar á Skálatrøð.

Talan var um ein fullan mann, sum var vátur, tí hann helst hevur verið á sjónum. Fólk vóru bangin fyri, at hann skuldi detta á sjógv aftur, og ringdu tí til løgregluna.

Maðurin var bæði vátur og kaldur, so tað endaði við, at hann varð koyrdu við sjúkrabili á Landssjúkrahúsið.