U21 HM: FØROYAR HAVA VUNNIÐ HM-BRONSU

Okkara fantastiska U21-manslandslið í hondbólti hevur skrivað glæsuliga ítróttarsøgu

Føroyar hava vunnið HM-bronsu fyri U21-manslandslið í hondbólti hjá monnum.

 

Føroyar vunnu 27-26 á Svøríki í Katowice. Í steðginum var støðan javnleikur 12-12. Føroyar vóru aftanfyri 9-12, men stríddu seg upp á javnt. 

 

Føroyar vóru frammanfyri tað mesta av seinna hálvleiki, og móti endanum vóru vit eitt skiftið á odda 25-20. Men svenskararnir vildu ikki sleppa okkum, og tað kravdi nakrar nervafullar minuttir móti dystarenda, men tað gekk, og glæsilig føroysk ítróttarsøga er skrivað.

 

Ísak Vedelsbøl skoraði til 27-24 upp á eitt sera týðandi brotskast, og tað var ein sýmbolsk løta, at liðskiparin aftur tók ábyrgd. Og lukkutíð sat bólturin hesaferð. Ísak skoraði samanlagt seks mál. 

 

Óli Mittún er HM-toppskjútti við samanlagt 73 málum. Í dag skoraði Óli níggju mál. Næstbesti málskjúttin í HM-endaspælinum er Axel Månsson við 70 málum. Axel Månsson skoraði 10 mál í dag. Í seinna hálvleiki fekk føroyska liðið betri tak á Axel Månsson. 

 

Aleksandar Lacok hevði heilar 17 bjargingar (36 prosent), og var fult uppiborið kosin at vera dagsins leikari í bronsudystinum. 

 

Høgni Højsted fekk í seinna hálvleiki reyða kortið fyri eina verjustøðu, ið átti í mesta lagi at givið eina tveir minuttirs útvísing. Frásøgumennirnir hjá KVF søgdu seg ikki skilja tað avgerðina hjá dómaranum. 

 

Seinni í kvøld - aftaná HM-finaluna millum Danmark og Portugal - fer føroyska liðið upp á pallin at taka ímóti væl uppibornum bronsuheiðursmerkjum. 

 

Í morgin verður ein rimmar móttøka heima í Føroyum. Hetta er millum fremstu brøgd nakrantíð. 

 

Málskjúttar: Óli Mittún 9/17, Ísak Vedelsbøl 6/9, Rókur Ziskason 2/2, Trúgvi Hávardsson 2/3, Óla Jákup Gaard Olsen 2/5, Høgni Højsted 1/1, Høgni Heinason 1/1, Tóki Fríðriksson 1/1, Sofus í Selvindi Nattestad 1/2, Búi Poulsen 1/3,