Avsláttur við afturvirkandi kraft

Avsláttur við afturvirkandi kraft

Klaksvíkar býráð hevur samtykt at seta í gildi systkina­avsláttur fyri foreldra­gjøldini á barna­ansingar­økinum galdandi frá 1. januar í ár

 

Klaksvík: Avgerðin um avslátturin varð tikin, eftir at bæði Sosiala Nevnd og Fíggjarnevndin høvdu mælt til, at seta í gildi henda avslátturin sum verður upp á heili 15 prosent.

Systkinaavslátturin var upprunaliga samtyktur av undanfarna býráði sum partur av fíggjarætlanini fyri 2009. Tað vísti seg, at neyðugt var við einari útgreining av málinum, áðrenn tað kundi setast í verk. Tað er hetta, sum núsitandi býráð hevur gjørt.

Elsebeth Gunnleygsdóttur Hansen, forkvinna í Sosialu Nevnd upplýsir, at býráðið samtykti hetta málið einmælt.

- Eg fegnist um, at málið nú verður ført út í lívið. Júst hetta við avsláttrinum fyri systkin var eitt av fyrstu málunum, sum núsitandi býráðssamgonga vildi føra út í lívið, sigur hon við heimasíðuna hjá kommununi.

Hækka avslátturin komandi ár

Á fundi í býráðnum í farnu viku samtykti býráðið somuleiðis, at avslátturin komandi ár skal hækka upp í 20 prosent.

Forkvinnan í Sosialu Nevnd upplýsir, at býráðið hevur samtykt, at umsitingin av skipanini verður útgreinað nærri, herundir hvussu avslátturin verður avgreiddur og útgoldin.

- Vónandi kann henda skipanin lætta um hjá familjum, sum hava fleiri enn eitt barn í barnaansing í Klaksvíkar Kommunu, sigur Elsebeth Gunnleygsdóttur Hansen.