Avsmurningur í Vestmanna

Neistakvinnur vístu styrki undan FM-finalunum.

Júst sum í FTZ-deildini er síðsta leikumfar í Hvonndeildini avgreitt í dag.

 

Spenningurin var ikki tann stóri, tí at tann einasti dysturin, sum hevði ítøkiligan týdning, var tann í Klaksvík, har Stjørnan og VB hittust. Taparin av hesum dysti endaði á síðsta plássi, meðan vinnarin endaði næstaftast. VB vann dystin 31-29 og endar tískil nummar fimm í Hvonndeildini - Stjørnan endar aftast og nummar seks.

 

Í Vestmanna hittust triðbesta liðið í Hvonndeildini, VÍF, og komandi FM-finalisturin, Neistin. Hesi lið hava millum annað spælt eina sera spennandi steypafinalu áður í hesum kappingarárinum, men í dag var munurin ovurhonds stórur. Neistin vann nevniliga heili 29-15 eftir hálvleiksstøðuna 14-5. 

Tó skal nevnast, at VÍF spældi uttan sín vanliga toppskjútta, Marionnu Holm Jacobsen, sum í løtuni hevur skaða.

 

Triði og síðsti hondbóltsdysturin í hesari landskappingini varð spældur í høllini á Hálsi, har mótstøðukvinnurnar hjá Neistanum í finaluni, Kyndil, tók ímóti StÍF. Í hesum dystin vann Kyndil greitt - 29-20. Hálvleiksstøðan var 16-10 til Kyndil.

 

Endaliga stigatalvan í Hvonndeildini sær soleiðis út. Neistin og Kyndil spæla FM-finalur í komandi viku.

 

1. Neistin 34 stig

2. Kyndil 30 stig

3. VÍF 25 stig

4. StÍF 12 stig

5. VB 10 stig

6. Stjørnan 9 stig

 

Málskjúttarnir í dystinum í høllini í Vestmanna vóru hesir: 

 

VÍF: Daniella Joensen 5, Jórunn Gudmundsen 4, Kathe Frederiksen 2, Ronja Johannesen 1, Ingibjørg Olsen 1, Brynja Rógvadóttir 1 og Beinta Sveinbjørnsdóttir 1.

 

Neistin: Eir Berg 7, Brynja Høj 4, Drós Ragnarsdóttir 4, Marjun Danberg 3, Nicoleta Hansen 3, Barbara Johannesen 2, Birita Jacobsen 2, Lilja Mohr 1, Barbara Nólsoy 1, Jacklin Durhuus 1 og Rakul Augustinussen 1.