Avtøka av flexlánum lækkar prísirnar

Verða vælumtóktu eitt-ára rentureguleringslánini avtikin orsakað av strangari likviditetsreglum frá ES, verða bústaðarprísirnir í Keypmannahavn trýstir niður, tí tað fer at svara til eina rentuøking á tvey prosent

Ávaringar frá Tjóðbankanum, Búskapar- og vinnumálaráðnum og Realkredittfeløgunum bera boð um, at vælumtóktu F1-lánini skjótt verða fortíð. Tað skrivar danska blaðið Børsen.
ES-kommissiónin arbeiðir í løtuni við einum lógaruppskoti, sum við herdum likviditetskrøvum fara at taka lívið av serligu donsku flexlánunum, har rentan verður tillagað einaferð um árið.
Hendir tað, verða bústaðarprísirnir settir undir trýst. Útrokningar, sum ráðgevingarfyritøkan, PA Consulting, hevur gjørt fyri Børsen, vísa, at bústaðarmarknaðurin í Keypmannahavn fer at líða undir, um tey stuttfreistaðu flexlánini útfasast frá 2013.
Framrokningar hjá PA Consulting vísa, at ein útfasing av flexlánunum, sum í fyrsta lagi kann byrja í 2013, fer at bumba bústaðarprísirnar 18 ár aftur í tíðina.
Útrokningar vísa, at í 2018 fer fermetraprísurin í Keypmannahavn at vera 15.000 krónur, og tað er eitt støði, sum seinast er upplivað í 2000, og sum er munandi lægri enn verandi fermetraprísir á 22.400 krónur.
Talan fer at verða um eina príslækking, sum ikki fer at ganga upp eftir aftur fyrr enn um fimm ár.
Sambært PA Consulting fer ein avtøka av F1-lánunum at merkja eina rentuøking á tvy prosent, og frá 2013 fer tað at taka bústaðarprísunum 12 ár at koma upp á sama støði, sum tei eru á í dag.

Trýstir bústaðarprísir
Í sínum metingum roknar PA Consulting við, at rentustøðið liggur á trimum prosentum, og at arbeiðsloysið liggur á fýra prosentum.
Ein avtøka av flexlánunum fer tískil at føra við sær eitt fleiri ára langa bústaðarmarru og merkja eitt økt trýst á bústaðareigarar.
Ein serfrøðingur í bústaðarbúskapi, Morten Skat, lektor við Syddansk Universitet, metir eisini eina lækkandi bústaðarkurvu, um F1-lánini verða avtikin.
- Tað fer alt annað líka at draga bústaðarprísirnar niðureftir. Verður tað dýrari at hava eitt bústaðarlán soleiðis, sum lagt er upp til við nýggju reglunum, fer hetta at trýsta bústaðarprísirnar niður, sigur hann.
- Og tað verður upp aftur verri, um nýggju reglarnir koma samstundis sum rentan hækkar, tí tá verða prísirnir trýstir frá tveimum síðum samstundis. Men tað er eisini tengt at, hvussu arbeiðsloysisstøðíð skikkar sær, sigur Morten Skat við Børsen.
Í Føroyum verða flexlán ikki veitt, og tí er ógvuliga ivasamt, um gongdin á danska bústaðarmarknaðinum hevur nakra ávirkan her heima.