Avtala millum Navigare Shipping og Vinnuháskúlan um starvsvenjing

Avtala er gjørd millum Navigare Shipping og Vinnuháskúlan um, at skipini hjá Navigare Shipping framyvir kunnnu vera starvsvenjingarstað hjá aspirantum á Vinnuháskúlanum

Áður hevur Vinnuháskúlin góðkent Smyril Line, Skansi Offshore, Thor, Bakkafrost, Strandferðsluna/Smyril, VØRN/Brymil, Havstovuna/Jákup Sverra og TORM sum útbúgvingarstað fyri aspirantar á sjónum og MEST, KSS, KJ Hydraulikk og SEV sum starvsvenjingarstað hjá maskinmeistaraaspirantum á landi. Við avtaluni við Navigare Shipping legst afturat møguleiki hjá aspirantlesandi at fáa dygdargóða siglingstíð. Aspirantkunngerðin bleiv lýst í 2015, hon gevur teimum lesandi á Vinnuháskúlanum møguleika at fáa siglingstíð til fyrsta vinnubrævið, undir lesnaðinum.