P/F Vága Floghavn hevur gjørt avtalu við feløgini Rambøll, Munin og Verkfrøðingastovuna. P/F Vága Floghavn hevur gjørt avtalu við feløgini Rambøll, Munin og Verkfrøðingastovuna um projektering av leinging av flogvøllinum í Vágum.
Uppgávan fevnir um gerð av forprojekti, ið er grundarlag fyri myndugleikaviðgerð og nágreiniligum kostnaðarmetingum. Forprojektið skal vera liðugt í aug/sep í ár.
Somuleiðis skulu feløgini gera útbjóðingartilfar, so arbeiðið kann bjóðast út komandi heyst. Vága Floghavn hevur tryggjað sær rætt til at víðka avtaluna til eisini at fevna um byggileiðslu og eftirlit.
Tað komu inn 6 tilboð uppá projektering frá feløgum ella felagsskapum úr Føroyum, Íslandi og Danmark. Boðini vórðu mett í tvinnum umførum. Fyrst eftir byrjunarkrøvum, ið fevndu um fakligar, tøkniligar og fíggjarliga grundarlagið hjá teimum bjóðandi.
Boðini hjá teimum bjóðandi, ið nøktaðu byrjunarkrøvini, vórðu síðani mett eftir hvat loysir seg best fyri Vága Floghavn út frá góðsku og nøktan av krøvum, tíðarætlan og prísi.
- P/F Vága Floghavn er fegið um avtaluna, ið tryggjar at ráðgevar við serkunnleika til flogvallir og ráðgevar við kunnleika til føroysk viðurskifti í felag loysa hesa ábyrgdarfullu uppgávu, sigur forstjórin í Vága Floghavn, David Reinert Hansen, sambært heimasíðuni hjá Vága Floghavn.