Avtalan samtykt og hvat so?

Nú avtalan er góðtikin av báðum londum hevur danska stjórnin longu givið nøkur signal til Føroyar um, at Danmark fer ikki at koma Føroyum til hjálpar, um vit aftur hava brúk fyri tí. Eisini vilja danskir ráðharrar nú hava føroyingar at yvirtaka málsøki, sum geva stórt undirskot, eitt nú raksturin av flogvøllinum.

TINGIÐ hevur nú endaliga samtykt avtaluna millum Føroyar og Danmark. Hóast flestu tingmenn eru fegnir um innihaldið í avtaluni, so vóru tað kortini fleiri røddir frammi undir viðgerðini á tingi um, at karmarnir um avtaluna eru ikki teir røttu. M.a. hevur javnaðarflokkurin víst á, at tað var skeivt av landsstýrinum at gera eina avtalu, sum ikki greitt sigur frá, hvussu nógv føroyingar fáa aftur í endurgjaldi fyri bankan. Sambandsflokkurin hevur sagt frá, at hann kann undir ongum umstøðum góðtaka tann partin av avtaluni, sum snýr seg um framtíðar sjálvstýris/loysingarpolitikkin.


UMBOÐINI fyri landsstýrið eru tó ikki í iva um, at avtalan er góð øll sum hon er. Víst verður serliga til samlaðu upphæddina, sum vit fingu avskrivaða og hana, sum er fryst niður. Løgmaður hevur gjørt greitt, at tað hevur ómetaliga stóran týdning, at allar bindingar nú eru burtur millum londini. Hann hevur samtíðis lagt stóra áherðslu á, hvussu týdningarmikið - fyri ikki at siga lívsneyðugt - tað er, at vit nú vísa fulla ábyrgd fyri tí, sum vit fyritaka okkum. Her ikki minst á búskaparliga økinum.


DANSKA fólkatingið skuldi góðtaka avtaluna í gjár. Hetta kemur beint í kjalarvørrinum á einum orðaskifti í fólkatinginum um ríkisfelagsskapin. Sambart tí orðaskiftinum skulu føroyingar sjálvir gera av, hvussu vit ynskja eitt framtíðar samstarv í ella uttan fyri ríkisfelagsskapin. Hóast danska stjórnin týðuliga hevur sagt, at hon ikki fer at leggja seg út í hetta orðaskifti, tí hon heldur tað eigur at fara fram í Føroyum fyrst, so hava vit longu fingið nøkur signal úr Danmark, sum vit so kunnu týða sum okkum lystir. M.a. hevur nýggi ferðslumálaráðharrin gjørt greitt, at stjórnin ynskir at føroyingar yvirtaka flogvallarøkið. Hesum hevur Finnbogi Arge víst aftur, og hevur sagt, at flogvøllurin er enn og verður tað eisini í næstu framtíð danskt ábyrgdarøki. Vit hava so hoyrt Mogens Lykketoft siga, at danski statskassin hereftir er stongdur fyri føroyingar tvs. at stjórnin fer ikki at lata føroygum hjálp, um her bráddliga aftur er brúk fyri tí. Stjórnin fer heldur ikki at læna pengar til Føroya ella veðhalda fyri lánum.


HETTA er greið tala og skal helst skiljast sum politikkurin frá danskari síðu mótvegis Føroyum nú eftir juniavaluna. Hvussu verður við flogvallarspurninginum fáa vit helst meira av vita um í næstu framtíð, og áhugavert verður at frætta, hvat alt landsstýrið heldur um hetta málið. Ein kann spyrja, hvussu tað ber til, at eitt landsstýri, sum vil sjálvstýri og loysing frá Danmark, so avgjørt vísir aftur einum ynski/kravi frá dønum um, at vit yvirtaka raksturin av flogvøllinum - tí hesin gevur stórt hall. Áhugavert verður at fylgja hesum og øðrum spurningum, nú h landsstýrið hevur lagt til brots,og har vit vita, at tað innanhýsir eru ymsar metingar um, hvussu ein sjálvstýrisætlan skal síggja út.


NÚ bankamálið er fingið frá hondini, og nú avtalan er komin uppá pláss, verður aftur tíð til at umrøða onnur týðandi mál. Vónandi fara vit at fáa eitt opið og breitt orðaskifti um sjálvstýris/loysingarætlanir landsstýrisins. Sosialurin ætlar sær, sum tað demokratiska forum blaðið er, at geva hesum orðaskifti alla ta viðgerð og rúmd, sum til ber. Eftir okkara tykki er hetta meira umráðandi enn nakrantíð áður, nú vit skulu hava fólkaatkvøður um mál, sum snúgva seg um okkara felags framtíð. Vit eru ikki von at hava fólkaatkvøður, og tí er tað so alneyðugt við røttum og nógvum upplýsingum. Føroyingurin má hava allar neyðugar fortreytir fyri at kunna taka støðu til sína egnu og eftirkomaranna framtíð. Bæði løgmaður og varaløgmaður hava mint fjølmiðlarnar á, hvussu stóra ábyrgd hesir hava í umrøddu málum. Vit fara í hesum sambandi eisini at minna løgmann, varaløgmann og aðrar leiðandi politikarar á, hvussu stóran týdning tað hevur, at teir spæla við opnum kortum og kalla og nevna tingini tað tey veruliga eru. Í hesum sambandi hava vit áður sóknast eftir eini frágreiðing um tey mongu hugtøk, sum verða brúkt/misbrúkt, tá tað ræður um framtíðar viðurskiftini millum Føroyar og Danmark.