Tinglimir og almenningur fáa ikki at vita, hvat stendur í avtaluni um at fíggja, byggja og reka Eysturoyartunnilin.
Tað staðfestir Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum enn einaferð, nú Løgtingið viðgerð ólavsøkurøðu løgmans.
Nú skal Løgtingið viðgera spurningin í næstu viku, men landsstýrismaðurin hevur áður ført fram, at tinglimir, og almenningur, fáa ikki innlit í avtaluna við privata felagið.
Í morgun spurdi Janus Rein, uttanflokkatingmaður, landsstýrismannin um hann framvegis meinar tað í fullum álvara, at avtalan um størstu útbygging í Føroya søgu, skal vera loynilig.
Hann staðfesti eisini, at eftir tí, hann hevur fingið upplýst, er avtalan so góð fyri privata felagið, at hann hevur kenslu av, at felagið hevur sitið báðu megin borðið í samráðingunum.
Aksel V. Johannesen tók táttin upp og helt, at opinleiki er grundleggjandi fyri fólkaræðið og verður tunnilin verandi loyniligur, kann Løgtingið ikki viðgera málið og almenningurin fær heldur ikki kjakast um hann.
Kári P. Højgaard sigur, at tað er rætt, at avtalan er í trúnaði.
Og hann staðfestir somuleiðis, at at avtalan verður verðandi í trúnaði og tað heldur hann eisini, at tað er í lagi.
Onnur landsstýrisfólk samráðast um fiskivinnumál og oljumál og har eru eisini partar í sáttmálunum loyniligir.
- Og tað haldi er eg rætt, staðfestir hann.
Annars avsannar hann, at privata felagið hevur sitið báðu megin borðið, tí serfrøðingar frá báðum pørtum hava verið við.
Og hann heldur, at landið hevur fingið eina góða avtalu, leggur hann afturat.
Aksel V. Johannesen sigur, at orsøkin til, at slíkar avtalur eru í trúnaði, er í teimum førum, har áhugamálini hjá landinum eru í vanda.
Eitt nú ber tað ikki til, at føroyski taktikkin í fjølmiðlunum í sambandi við samráðingar við onnur lond um fiskirættindi, verður kunngjørdur í miðlunum frammanundan.
- Men hvørji áhugamál hjá landinum eru í vanda í sambandi við Eysturoyartunnilin, spurdi Aksel V. Johannesen.
Kári P. Højgaard skilti rætt og slætt ikki spurningin, tí hann vísti á, at miðlarnir høvdu verið fullur av upplýsingum um málið, so hann helt ikki, at nøkur samráðing í trúnaði hevur verið so almenn, sum hendan.