Ayaan Hirsi Ali: Prísurin fyri frælsi

Tolsemi fyri ótolsemi er dirvisloysi

 

Tíðargreinina í dag hevur Agga Niclasen skrivað

Fyri knøppum ári síðani skaffaðu evropearir sær av við enn eitt intellektuelt bundi. Og herfyri, mest sum fyri at sandra nakað av salti á hatta vanlukkuligani djúpa sárið, gjørdi hollendska stjórnin so av ikki longur at veita hesum islamiska svari uppá Luther lívverju.

Óendaliga hugtakandi bundið er sjálvandi hin 38-ára gamla Ayaan Hirsi Ali: hin mest hvassoygda og hvassmælta røddin á lívi í dag; ikki bert tá ið tað kemur til at finnast at politiskum islam, men eisini sum óræddur forsprákari fyri hvat fleiri okkara rópa »fullkomiligt talu- og skrivifrælsi.«

Fáar søgur eru merkisverdari enn tann um mína fremstu kappakvinnu. Ikki meira enn nýkomin til Hollands frá Somalia vakti hon miklan ans við hennara miriliga kravi um at fría muslimskar kvinnur og siðbøta islam. Kortini, tað var fyrst tá ið deyðshóttanir frá víðgongdum fanatikarum tvingaðu hana at leita sær skjól, at Aayan veruliga kom á forsíðurnar.


Fyrstu ferð eg sá hana var í enskum sjónvarpi. Har sat hon, at hoyra og síggja til, meira viðbrekin enn ein bukaður papageykur—hevði tað ikki verið fyri hasum gjøgnumgrípandi og gløgga eygnabránum.

Bergtikin sum eg varð, minnist eg enn so sólarklárt hana tosa um hvussu vinstrivongurin fyri 200 árum síðani faktiskt trúði upp á at verja talu- og skrivifrælsi óansæð hvat; um hvussu, síðani tá, vongurin er farin í tvíningar: sosialistarnir og liberalistarnir! Og at av hesum eru tað nú bert síðstnevndu, ið enn virðismeta og standa fast uppá hetta grundliggjandi frælsi.

Meira ítøkiligt segði hon—fullkomiliga hugspennandi og medvitsvíðkandi: »Eg haldi, at rætturin at niðra—nakað, vit øll njóta gott av—má fulgjast við skylduni ikki at spyrja eftir sensuri, tá ið vit sjálvi verða niðrað. Trupulleikin er, at vinstrivongurin er vorðin fangaður í tí multikulturella projektinum, og tað er avbera harmiligt.«

Og tá ið Jeremy Paxman, akkersfólk fyri kvøldið, helt fast um hevdanina við at spyrja, júst hví hon heldur tað vera skeivt av multikulturella vinstrivonginum ikki at fordøma brot á kvinnurættindi, borðreiddi hon við enn einum minniligum gloypubita: »Mítt sjónarmið er at menniskju eru á jøvnum føti, at muslimar og ikki-muslimar eru á jøvnum føti, at menn og kvinnur eru á jøvnum føti, at myrk og hvít eru á jøvnum føti, at samkynd og hinskynd eru á jøvnum føti. Men mentanir ikki eru á jøvnum føti: tað eru betri og verri mentanir. «



Sum sagt, so telist hon millum teir mest sinniligu, skørpu og samkennandi verjarnar fyri talufrælsi og samvitsku í dag.

Í 2005 varð hon av Time-tíðarritinum skírd at vera millum 100 mest týdningarmiklu fólkini í heiminum við uppáhaldinum »tað er skeivt at fara við muslimum sum um at teir ongantíð fara at finna sín egna Mill, Popper og Von Hayek«. Árið fyri vann hon frælsisprísin hjá Venstre fyri “sin kamp for kvinders rettigheder, frihed og muligheder”. Teimum á baki er ein riðil av øðrum viðurkenningum. Ja, tú kundi sagt, nú tá ið vit kortini havnaðu á Flatlondum, at Hirsi Ali er Naser Khader ganga 100 á øllum umráðandi økjum—ein apsalutt óbøtandi og vitborin kapasitetur!

Fyri hetta er hon hatað í muslimskum samfeløgum um allan heim. Ein ferð út í staklutir um hennara søgu er verd at endurtaka, av tí at teir vísa, effinett hvussu illa útgjørd vit eru, tá ið tað kemur til hvussu vit takkla víðgongt islam.


Hirsi Ali slapp sær til Holland sum flótti frá Somalia í 1992 aftaná at hava sagt nei til eitt fyriskipað hjúnalag. Fyrstu tíðina arbeiddi hon sum vaskikona, meðan hon krógvaði seg fyri familjuni. Men eins og hennara ferð ikki var ein av mongum út í eitt óendaligt suss, var hon heldur ikki nøkur vanlig vaskikona. Henda tosaði somaliskt, arábiskt, semitiskt, svahili, enskt og lærdi seg skjótt hollendskt við tí úrsliti, at hon fekk starv sum týðari fyri aðrar somaliskar flóttar. Eins og hon vóru hesar offur fyri islam: misbrúktar, lamløstaðar, hindraðar veruliga skúling og yvirhøvur tvingaðar at liva í kynsligum undirgivni inntil teirra fruktabara lokadag.

Aftaná at hava tikið embætisprógv í stjórnmálafrøði frá lærda háskúlanum í Leiden, byrjaði hon í álvara at tosa um kúganina av kvinnum í einum óreformeraðum islam. Tað gingu presiss tveir mánaðir áðrenn fyrstu deyðshóttanirnar komu.

So líðandi gjørdist trygdarstøðan so álvarsom, at hon í 2002 fór til Amerika. Tó, tað vardi ikki leingi, áðrenn varamaður forsætismálaráðharrans, Gerit Zalm, so miriliga bað hana um at koma aftur til tann stað, tulipanir trívast best, og bjóða seg fram sum valevni til parlamentið. Tá ið Hirsi Ali bar fram, at hon ikki ekkaleys kundi fara aftur, vissaði Zalm henni, at hon skuldi fáa diplomatverju hvar og nær sum helst. Hon vendi síðani aftur til Hollands, vann sæti í parlamentinum og gjørdist ein ótroyttiligur forsprákari fyri javnrættindum hjá konufólki, fyri borgarasamfelagnum og—ikki minst—fyri skynsemi.


Tað, sum eftir er av søguni, er gitið. Í 2004 samstarvaði Hirsi Ali við Theo van Gogh um filmin Submission, sum kannaði sambandið millum islamiska lóg og líðingina hjá milliónum av kvinnum undir islam.

Bakslátturin frá muslimska samfelagnum var einki minni enn sálarbrekaður og styrkti um fatanina av hvussu neyðugt Hirsi Alisa arbeiði er, og at hon hevur alla grund til at óttast fyri lívinum. Tí ein regnmiklan seinnapart í november sama árið varð Van Gogh skotin sum hann skuldi til at súkkla niðri í gøtunum í Amsterdam. Aftaná at hava skotið hann tvær ferðir í bringuna tók Mohammed Bouyeri ein sláturknív fram og skar filmssmiðin á háls. Bouyeri tók enn ein sláturknív fram, men hesuferð fyri at stinga eitt bræv í Van Goghsa lík. Í brævinum stóð, at hann varð myrdur fyri at gera Submission —og nú var tað Hirsi Alisa túrur!

Hetta var eisini nakað, akkersmaðurin Paxman, fregnaðist um; hvørt hon ikki skilti, at filmurin kundi fatast sum særandi og niðrandi mótvegis muslimum. Verandi Hirsi Ali støðgaði hon á eitt bil, hugdi lættliga niður á borðið fyri síðani at koma við ein av sínum ræðsluvekjandi retorisku uppercuts—og eyguni vóru nú aftur fest á skikkaða akkersfólkið: »Tað er særandi, um tú ert ein muslimsk kvinna, og tú lesur Koranina, og tú lesur í henni, at tú eigur at verða neyðtikin, um tú sigur »nei« til ektamannin. Tað er niðrandi!«


Aftaná morðið á Van Gogh krógvaði Hirsi Ali seg og flutti frá skýldarhúsi til skýldarhús, til tíðir fleiri ferðir dagliga. Sum frá leið gjørdist trygdarstøðan so grøtilig, at hon fór aftur til Amerika, og hevur hollendska stjórnin goldið fyri hennara verju haryviri—ja, tað vil so siga, inntil stjórnin herfyri knappliga gjørdi av, at tað kundi hon ikki longur.

Aayan Hirsi Ali er helst fyrsti flóttin frá vesturevropa síðani nazistanna hópmorð av jødum. Hon veit um avbjóðingarnar, vit standa fyri í royndini at tempra religiøsu fanatismuna í muslimska heiminum, og hon livir við avleiðingunum av okkara miseydnaðu roynd hvønn dag. Har er snøgt sagt eingin betur enn Aayan Hirsi Ali at minna okkum á, at tolsemi fyri ótolsemi er dirvisloysi.


Sum eingin annar hevur hon tikið upp aftur upplýsingartíðina vegna seg sjálva og nágreiniliga kortlagt hvønn ein sentimetur á tí geil, ið skuldi føra hana út úr tí moralska og vitborna oyðilandinum, sum er siðbundið islam.

Av hesum er tað hennara grundliggjandi sannføring, at »vesturlendsk virði« sosum frælsi og rættvísi eru veraldarvíð; at Evropa hevur klárað seg væl betri enn onnur øki, av tí at tað hevur tryggjað frælsið at hugsa og kjakast, ið er ein fortreyt fyri markleysari menning.

Hinvegin, so heldur hon lítið um, at evropeiski vinstrivongurin fullkomiliga ryggleyst skoðar muslimar sum offur; sum ein bólkur, sum ikki skal vera fyri atfinningum av ótta fyri hvussu teir fara at svara aftur. Men ikki at fara við teimum sum javnbjóðis samtalsfelagar, er nettupp at halda teir fangaðar í síni egnu stillstøðu.


Í Infidel skrivar Hirsi Ali um tørvin á einum muslimskum Life of Brian. Hon heldur, at alt, sum kann skúla og upplýsa fjøldina, er heimilað; eisini tá ið tað fær slíkan baksláttur sum keiputekningarnar av Muhammed.

Við ein fyrilestur í lærda háskúlanum í Berlin í 2006 vardi hon eisini rættin at spotta. Hon fordømdi dirvisleysar miðlastjórar sum »mediocre of mind« fyri ikki at vísa sínum lesarum og hyggjarum tekningarnar.

Hon prísaði hinvegin teir miðlastjórar, sum vístu tekningarnar, og ikki vóru bangnir fyri tí ótolsemi, nógvir muslimar fóru at vísa teimum. Hon segði: »Eg fari ikki fummisliga eftir at niðra átrúnaðarligan hugsanarhátt, men eg vil ikki geva meg undir harðræði. At krevja av fólki, sum ikki taka við læru Muhammeds, at tey skula lata vera við at tekna hann, er ikki ein umbøn um umhugsni, ella virðing, men eini kravboð um undirgivni.«

Við Infidel er tað trupult at yvirmeta hennara dirvi. Sum Christopher Caldwell skrivaði í New York Times: »Voltaire did not risk, with his every utterance, making a billion enemies who recognized his face and could, via the Internet, share information instantaneously with people who aspired to assassinate him.«


Íkomna støðan er av sonnum órættvorðin. Hirsi Ali varð av Zalm yvirtalað til at bjóða seg fram sum valevni til parlamentið og at verða heimsins mest sjónligi og hataði forsprákari fyri at fría muslimskar kvinnur og siðbøta islam. Hon játtaði at koma aftur til Hollands, men við teirri treyt, at hon til einhvørja tíð og hvar enn hon fór, skuldi fáa lívverju. Hollendska stjórnin játtaði treytaleyst.

Hirsi Ali bað í november um lívverju í eina viku—bara so at hon trygt kundi skaffa fígging til at fáa egnar lívverjar. Men hollendska stjórnin vildi ikki so mikið sum heimila henni hetta náðiliga ynski. So, er hetta ein roynd hjá relativistiskum ræðuskítum at sissa staðbundnar muslimar av fanatiska slagnum? Ein ávaring til aðrar øðrvísi hugsandi hollendingar um ikki at elva til stríð við at tosa ov ærligt og ófalskt um eitt avoldað og óreformerað islam? Ella bert óblandað tankaloysi?

Tíbetur eru fólk sum ikki vilja lata sær lyndað at Hirsi Ali onga verju hevur. Við privatum initiativi frá millum øðrum Salman Rushdie er ein innsamling farin í gongd til at tryggja , at hesum intellektuella bundi, hesum muslimanna svari uppá Luther er lív lagað.