- Brúgvin er klár at taka í brúk í dag. Tað er Heðin Mortensen, ið avgerð nær hon verður tikin í brúk, og eg skilji ikki, hví tað ikki er gjørt enn.
Tað sigur Sjúrður Olsen, formaður í Vinnunevndini hjá Tórshavnar kommunu, um nýggju brúnna um Argir.
Um vikuskiftið legði býráðslimurin út eitt sjónband á Facebook, har hann koyrdi tvørturum brúnna. Sambært honum, so er talan einans um nøkur smáting, ið skulu fáast upp á pláss.
- Miðstrikan manglar, men hon kann gerast upp á ein fyrrapart. Síðani er okkurt smávegis, ið skal gerast, men tað kann gerast eftir, at hon er tikin í brúk.
Miðlahúsið hevur eisini fingið váttað frá fólki, ið hava við byggingina at gera, at brúgvin er liðug og trygg at taka í brúk.
Upprunaliga var ætlanin, at brúgvin skuldi vera liðug á ólavsøku 2015, men aftaná nógvar seinkingar lovaði borgarstjórin 15. februar, at brúgvin skuldi vera klár flaggdagin, so fólk kundu renna um hana til flaggdagsrenningina.
Vit hava roynt at fingið eini viðmerking frá Heðini Mortensen, men hevur tað ikki eydnast at fingið fatur á honum.