Sum tey flest óivað vita, so varð íslendska skipið ávegis til Danmarkar til upphøggingar, tá ið ketan millum sleipiskipið og Val slitnaði í ringum veðri í farnu viku. Sleipiskipið helt leiðina fram til Danmarkar, meðan Valur rak mannleysur runt vestan fyri Føroyar.
Ikki vanligt at fara frá skipinum
Hjá Fiskiveiðieftirlitinum verður sagt, at tað er ikki vanligt í altjóða høpi, at eitt sleipiskip fer frá skipinum, sum tað sleipar, um ketan slitnar.
- Hetta er óvanligt í altjóða høpi. Tað vanliga er, at man boðar frá hesum beinan vegin, og síðani verður hjá skipinum, til onkur annar kemur til og tekur yvir, sigur Jóhan Simonsen hjá Fiskiveiðieftirlitinum.
Hann sigur, at Fiskiveiðieftirlitið noyddist at fara eftir skipinum, tí tað lá og rak í einum øki í føroyskum sjógvi, har nógv skip royna, og sum er vanlig siglingarleið, og tí varð hildið, at tað ikki var ráðiligt at lata skipið verða verandi í økinum.
Nú liggur skipið á Skála, og Fiskiveiðieftirlitið hevur latið løgfrøðingum málið, so at greiða kann fáast á, hvørjar reglur eru galdandi íeinum slíkum føri.
- Fiskiveiðieftirlitið skal so ikki hava útreiðslur fyri til dømis brennievni og havnagjald, sigur Jóhan Simonsen.