Sild
Saksaberg, sum P/F Vinnan í Gøtu eigur, hevur seinastu tíðina landað tríggjar lastir av sild í Kollafirði, men enn eru øll tey stóru skipini á svartkjafti og hava tískil ikki gjørt nakran sildatúr.
Í samrøðu á hesi opnuni, sigur reiðarin, Kristian Martin Rasmussen, seg vænta, at flestu skip fara á sild beint eftir hvítusunnu, um svartkjaftafiskiskapurin ikki tekur seg uppaftur heilt skjótt.
Nógv æti
- Eg dugi ikki rættiliga at siga, nær vit kunnu vænta, at gongd fer at koma aftur á sildaframleiðsluna í Kollafirði.
Dánjal Jákup Jacobsen, stjóri á Kollafjord Pelagic, sigur, at sildin, sum virkið higartil hevur tikið ímóti, hevur verið heldur rak eftir gýting, og nógvi æti hevur verið í henni.
- Men sildin skuldi blivið betur og “fest” seg meira, sum tíðin gongur, leggur hann aftrat.
50 fólk
Tá ið sildatíðin rættiliga byrjar, væntar Dánjal Jákup Jacobsen, at eini 50 fólk fara at arbeiða á Kollafjord Pelagic, og arbeitt fer ætlandi at verða í tveimum vaktum.
- Vit hava níggju skerilinjur inn á virkinum, og væntandi verða út við 25 fólk tilsamans á hvørji vaktini, sigur hann.
Dánjal Jákup Jacobsen sigur, at marknaðurin fyri sildina, sum virkað verður á Kollafjord Pelagic, serliga er í Evropa.