74 senatorar svaraðu ja, tá Senatið í nátt atkvøddi um hjálparpakkan, sum skal hjálpa amerikanska fíggjarmarknaðinum burtur úr kreppuni ella í minsta lagi avmarka avleiðingarnar.
25 senatorar søgdu nei, og sum væntað vóru teir flestu úr tí republikanska hópinum. Teirra millum var Elisabeth Dole, sum alla tíðina talaði ímóti uppskotinum. Hon er kona Robert Dole, sum var forsetavalevni í 1996, og sjálv royndi hon at gerast valevni fýra ár seinni.
Tey bæði forsetavalevnini, Barrack Obama og John McCain, vóru komnir til Washington at greiða atkvøðu, og báðir atkvøddu fyri hjálparpakkanum.
Tá Umboðsmannatingið feldi hjálparpakkan mánakvøldið, vóru tað serliga tey republikonsku umboðini, sum atkvøddu ímóti. Eygleiðarar í Washington siga tað kortini vera merkisvert, at 15 av teimum 25 senatorunum, sum atkvøddu ímóti í nátt, vóru republikanarar. Við øðrum orðum atkvøddu ein fimtapartur av demokratunum og ímóti og ein triðingur av republikanarunum ímóti.
Spurningurin er so, hvat Umboðsmannatingið fer at siga, tá tað skal taka støðu til hjálparpakkan í morgin. Eygleiðarar siga, at innihaldið í pakkanum er broytt síðani viðgerðina har seinast, men at spurningurin er, hvussu nógvar atkvøður tað kann flyta.