Bíða í góðum lag

Millum tey mongu ferðafólkini, sum ikki sleppa av landinum vegna ring floglíkindi í Vágum, eru 26 KFUM & K skótar við leiðarum, úr Klaksvík, Leirvík og úr Havn.

Tey skulu á skótalegu, sum byrjaði í dag, men nær tey sleppa avstað, er ivasamt.

Her er framvegis kjaftsdvart, sigur Hilda Jørgensen, ein av leiðarunum.

Hon er so heppin at hava verforeldur í Sørvági, og tað kemur væl við, tí trupult er hjá Atlantsflog at finna innivist til tey moongu bíðandi fólkini. Hilda hevur frætt, at onkur ferðafólk eru flutt heilt til Hotel Norð á Viðareiði at gista.

Skótarnir haav soviposa við, so fleiri hava sovið í soviposa á gólvinum í fráfaringarhøllini.

Bæði í gjár og í dag hava tey fingið máltíðir frá Atlantsflog.

Skótarnir eru millum 12 og 15 ára gamlir, og onkir leiðarar hava yngri børn við.

Lagið á fólki, sum nú hava bíðað í tríggjar dagar, er einki serligt.

- Men vit eru í góðum lag, sigur Hilda Jørgensen.