Bíða í spenningi at vita um Bárður Nielsen vendir tummulin upp ella niður

Vandi lúrir nú aftur fyri verkfalli í SEV, akkurát sum fyri einum ári síðani, tá ið streymurin varð kvettur stóran part av døgninum. Maskinmeistararnir og SEV hava aftur nú samráðst seg fram til ein nýggjan sáttmála og bíðað verður nú í størsta spenningi at vita um Bárður Nielsen góðkennir hann hesuferð

Maskinmeistararnir og SEV
 

Vandi er nú aftur fyri verkfalli í SEV, akkurát sum fyri akkurát einum ári síðani, tá ið streymurin var vekk ein stóran part av døgninum.
Ta ferðina høvdu maskinmeistararnir og SEV samráðst seg fram til ein sáttmála, men Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, vildi ikki góðkenna hann.
Nú hava partarnir so einaferð enn samráðst seg fram til ein nýggjan sáttmála. Tíðliga í gjáramorgun var ein tvey ára sáttmáli undirskrivaður ímillum SEV og Maksinmeistarafelagið.
Fyrra árið hækkar lønin 1,7 prosent og seinna árið 2,5 prosent.
Hetta er ein sáttmáli, sum báðir partar eru nøgdir við eftir umstøðunum, sigur Petur Egholm, nevndarlimur í Maskinmeistarafelagnum.
Hann sigur, at hetta er ein lønarhækking, sum er innanfyri teir karmar, sum fíggjarmálaráðið hevur ásett fyri lønarhækkingar tey næstu árini.
- Men umframt broytingarnar í lønunum, eru eisini gjørdar nakrar broytingar. Her er talan um ymsar tillagingar og umflokkingar, sum bæði SEV og Maskinmeistarafelagið halda vera rímiligar at gera.
- Hetta eru broytingar, sum kosta SEV nakað omanfyri eitthundrað túsund krónur um árið, ella 0,6% afturat
Og Petur Egholm sigur, at hesar broytingarnar gera, at tilsamans fer sáttmálin sostatt 0,6% upp lønarkarmin, sum Fíggjarmálaráðið hevur lagt.
Men sum vant er sáttmálin treytaður av, at Fíggjarmálaráðið góðkennir sáttmálan og nú verður bíðað í størsta spenningi eftir, um landsstýrismaðurin vendir tummulin upp ella niður.
Vil hann ikki góðtaka sáttmálan, fara maskinmeistararnir hjá SEV aftur til hús og so er verkfall við teirri avleiðing, tað kann fáa fyri orkuveitingina.
Hann sigur, at hesuferð hava partarnir roynt nakað nýtt og tað var at fáa semingsfólkini upp í, áðrenn tað slitnaði og semingsfólkini vóru sostatt við í samráðingunum.
Tí er lítið sannlíkt, at semingsfólkini koma upp í aftur og útseta eitt møguligt verkfall í eina viku.
Samstundis er tað heldur ikki sannlíkt, at SEV og Maskinmeistarafelagið seta seg til samráðingarborðið av nýggjum, skuldi Fíggjarmálaráðið ikki góðkent sáttmálan.
- Hvussu kunnu tveir partar, seta seg at samráðast um ein annan sáttmála enn tann, vit eru samdir um, sigur Petur Egholm.
- Verður sáttmálin vrakaður, verður avleiðingin sostatt tann sama sum í fjør, altso, at maskinmeistararnir hjá SEV fara til húsar og so er verkfall.
Annars átalar hann, at fíggjarmálaráðið í veruleikanum hevur tikið samráðingarrættin frá fakfeløgunum, tí lønarkarmurin liggur rimmarfastur frammanundan, so samráðingarpartarnir eru púra læstir fastir og fáa onki gjørt.