Íbúðarbygging í Ánunum

Fyritøkan JFT Connector er í gongd við eina íbúðarverkætlan í Ánunum. Tað eru fleiri, sum longu nú hava víst áhuga fyri verkætlanini. Jónbjartur Thomassen, byggiharri, ætlar at fáa øll 16 húsini liðug áðrenn Summarfestivalin 2007

Fyritøkan JFT Connector er farið í holt við eina íbúðarverkætlan norðuri í Ánunum. Ánirnar liggja norðan fyri Klaksvíkina omanfyri nýggju góðshavnina.
Í verkætlanini, sum Arkitektavirkið Magnus Hansen hevur teknað, eru 16 samanbygd hús samansett í 4 bólkar. Tvey húsasnið eru. Í vídd er minna sniðið 110 m2 í tveimum hæddum, harav 164 m2 eru búrúm. Størra sniðið er 124 m2 í tveimum hæddum. Búøkið er 194 m2. Húsini vera staðsett  í tveimum býlingum kring tvey torg. Støddin á grundøkinum, ið hoyrir til hvørt húsið, er 413 m2. Av hesum eru umleið ein triðingur partur í felagsøkinum. Til hvørt húsið er eisini bilhús.
 
Talan er um stór og dygdargóð hús . Í hvørjum húsi eru 3 kømur, 2 tøk rúm til ítriv ella arbeiðsrúm, 3 toilett/baðirúm umframt hjallur, vásakøkur, køkur/spísistova, alrúm og stova. Øll húsini hava harumframt svala og terassu.. Húsini verða gjørd fullkomiliga liðug, áðrenn tey verða latin keyparunum.
- Tá timburtilfarið kemur úr Danmark komandi vár, er púra klárt at reisa húsini. Tí rokna vit ikki við meira enn fýra mánaðum at byggja húsini, eftir at jørð og betongarbeiðið er liðugt. Vit ætla at hava øll 16 húsini liðug áðrenn Summarfestivalin næsta ár, sigur Jónbjartur.
Íbúðarneyð
Íbúðarneyðin í Klaksvík er stór, og tí væntar Jónbjartur ikki, at nakar trupulleiki verður at selja húsini:
- Umleið 200 fólk eru á bíðilista til grundstykki hjá kommununi. Fleiri eru eisini, sum longu hava vent sær til mín og víst áhuga fyri verkætlanini.
- Húsini verða seld, áðrenn vit fara í holt við at byggja tey. Á henda hátt sleppur keyparin t.d. undan MVG.
- Vit geva eigaranum lyklarnar í hondina, tá  klárt er at flyta inn. Hevur onkur hug at mála húsini sjálvur ella gera okkurt annað, so at tey fáa ein persónligan dám, so er viðkomandi sjálvandi vælkomin til tað, sigur Jónbjartur.
Sum nevnt omanfyri er gravgangur eftir íbúðum og grundstykkjum í Klaksvík. Tí ræður um at skunda sær, um ein ætlar sær eini hús í Ánunum.
Fleiri verkætlanir í framtíðini
Tað er rættiliga óvanligt, at ein íbúðarverkætlan av hesum slag verður framd uttan fyri Havnina. Framyvir verður hetta ein náttúrlig gongd heldur Jónbjartur.
- Hesin byggiháttur verður meira og meira vanligur. Tað sparir keyparanum pening og byggitíðin verður stytt munandi. Um henda verkætlanin gongur væl, kann tað væl henda, at vit fara í holt við eina aðra líknandi verkætlan. Onkur hevur longu vent sær til mín um íbúðarbygging aðrastaðni, men eg vil ikki siga nakað meira ítøkiligt um tað í løtuni, sigur Jónbjartur.
- Virksemið hjá JFT Connector hevur verið nógv størri, enn eg hevði torað at vónað, tá vit byrjaðu fyri góðum ári síðan. Tað hevur gingið strúkandi, og vit hava stórar ætlanir fyri framtíðina. Tað var á eitt ára degnum hjá felagnum, at vit fingu prinsipielt byggiloyvi frá Klaksvíkar kommunu til verkætlanina, so tá var rættiligur hátíðardámur í felagnum, sigur ágrýtni byggiharrin.