Býarmynd 60 ár

Mánadagin 18. mai eru 60 ár liðin síðan Einar Mikkelsen í Havn byrjaði sítt virksemi sum sjálvstøðugur el-innleggjari í 1949. Í 1955 læt hann upp tann fyrsta handilin í Føroyum, ið burtur av seldi lampur. Í dag eru tað sonurin Høgni og konan Sonja, sum reka fyritøkuna

El-fyritøkan Einar Mikkelsen er ein gomul kend fyritøka í Havn, sum hevur verið við til el-innleggingar hjá privatfólki, fyritøkum og stovnum kring landið í 60 ár.


Tað var Einar Mikkelsen, sum stovnaði fyritøkuna 18. mai 1949. Einar var føddur 11.mars 1917, sonur Jens og Ellu Súsannu í Dávastovu, tey vóru 12 systkin. Ongin teirra er á lívi í dag.


Barndómsheimið var við Landavegin, húsini yvirav Restorffs brýggjarí. Unglingarnir, sum vuksu upp har í grannalagnum, vórðu kallaðir “Landavegsfressar”, og nýttu teir hetta, hvørja ferð teir hittust. Í barnaárunum, serliga tá ið feria var, var ofta trongt í húsinum, og bleiv Einar tá sendur til Langasands, har pápin arbeiddi á hvalastøðini á Gjánoyri. Einar hevði seinni eini summarhús á Langasandi, sum hann nýtti rættuliga nógv í mong ár, áðrenn hann á eldri árum gjørdist sjúkur.


Eftir loknan barnaskúla arbeiddi Einar í handlinum hjá Restorff við Landavegin sum ørindadrongur, til hann fór í elektrikaralæru sum fyrsti lærlingur hjá Leif Mohr el-innleggjara. Einar segði ofta frá, hvussu hann, áðrenn arbeiðsdagurin var liðugur, skuldi eftir rossinum hjá Leif, sum stóð uttan fyri hagaportri við Mattalág og leiða rossið heim.


Einar fer til Danmarkar


Eftir at Einar var útlærdur sum elektrikari hjá Leif Mohr, mátti hann til Danmarkar fyri at fáa sveinabrævið hjá Kemp & Lauritsen, tí hetta var ikki møguligt her á landi tá. Men vegna seinna heimsbardaga slapp hann ikki heim aftur, og nýtti hann so tíðina til at fáa sær útbúgving sum el-innleggjari við háspenningi sum hjáfak á maskinskúlum í Keypmannahavn og í Helsingør.


Einar arbeiddi eisini sum elektrikari hjá A.J. Jørgensen statsaut.el-innleggjara í Keypmannahavn frá 1941 til 1944, har hann fekk hetta ummæli: Det attesteres herved, at elektriker Einar Mikkelsen har været ansat i mit firma i ca 3 år. Han har i den forløbne tid hovedsaglig været beskæftiget ved skipsinstallationer. Han er meget paalidelig arbejder, der gaar op i sit arbejde med lyst og interesse, og som selvstændig kan påtage sig at lede et stykke arbejde. Han har envidere fungeret som formand, hvorfor jeg kun kan give ham min bedste anbefaling.


Síðan fór Einar at arbeiða sum elektrikari á Orlogsværftinum í Keypmannahavn, har hann mest tókst við at avmagnetisera minustrúkarar, soleiðis at teir ikki “tiltrektu” minur, sum lógu í sjónum.


Meðan hann arbeiddi har, fann hann sær konu, Sofie Dorthe Bendix, vanliga nevnd Bente, sum var ættað úr lítlu bygdini Kristianshede í Bording Sogn, millum Silkeborg og Randers. Tey giftust 7. februar 1947 á ráðhúsinum í Keypmannahavn. Bente var útbúgvin barnagarðslærari og arbeiddi beint við høvuðsjarnbreytastøðina, har tey eisini høvdu eina tveykamars íbúð.


Fyritøkan verður stovnað


Í 1949 fluttu Bente og Einar til Føroyar at búgva. Fyrstu árini búðu tey til leigu við Landavegin, seinni fluttu tey til Tróndargøtu, har sum Evangeliihúsið er í dag, og síðan fluttu tey longur oman í Tróndargøtu 15, sum kallast niðri í Bø, húsini hjá Anton Dúkk, sum Terji Andrésen átti.


Einar byrjaði sítt el-virki í 1949, og nakrar av stóru uppgávunum hava verið t.d. el-innlegging til Kommunuskúlan í Tróndargøtu, Snikkaravirkið í J.Patursonargøtu, Landssjúkarahúsið, Marinustøðina við Hoyvíksvegin, El-verkið á Sundi, Ellisheimið, Skúlaheimið við Marknagilsvegin, Havnar Klubba, Ítrottarhøllina á Nabb, umbygging av støðini í Mjørkadali, Skúlan á Trøðni, umbygging á Føroya Studentarskúla og ikki minst el-arbeiðið í sambandi við nýggja ljósskipan og aðrar trygdarskipanir tá ið lendingarbreytin í Vága Floghavn bleiv nútímansgjørd og longd frá 1100 til 1250 metrar, hetta var í 1978 –80. Fyritøkan tekur sær framvegis av ymiskum trygdarskipanum á Vága Floghavn. Annars hevur fyritøkan gjørt eitt ótal av el-innleggingum í virkjum og sethúsum, bæði í Havn og á bygd.


Í 1955 læt Einar upp tann fyrsta handilin í Føroyum, sum burtur av seldi lampur. Í 1980 fekk virkið limaskap í størstu lampuketuni í Danmark, Elkøb, sum nú eitur Elbodan.


Einar var virkin innan Havnar Handverksmeistarafelag (HHMF), og hansara áhugi varð el-læran, og hann hevði sjálvur nógvar lærlingar. Hann var m.a. tann fyrsti lærarin innan el-fakið, og undirvísti hann el-lærlingum á kvøldskúla. Tey fyrstu hølini vóru í húsunum, har sum skótahúsini standa í dag, síðani varð flutt yvir á VBV á Skansanum, og seinni í Tórsgøtu (gamla Føroya Banka) og síðan yviri við Strond hjá Tummas Ørv. Tá el-útbúgvingin flutti út í Smiðjugerði, har hon er í dag, gavst Einar sum fastur lærari, men hann hevði onkuntíð avloysarastarv har.


Nógv nýtt kom fram innan el-yrkið, og Einar var altíð heitur talsmaður fyri at útbúgvingarnar í Føroyum skuldu verða eins og í Danmark. Hann bleiv í tí sambandi limur í danska el-innleggjarafelagnum ELFO (nú Tekniq), soleiðis at hann fekk í lag vitjanir og hjálp til útbúgvingarnar hjá el-lærlingunum, og var hann eisini ofta í Danmark til eftirútbúgving og hevði eitt ótal av vinum innan el-yrkið í Danmark. Einar Mikkelsen andaðist 21.januar 1999, 82 ára gamal.


Einar, og Bente sum andaðist 2. januar 1986, fingu tvey børn, Høgna og Idu, og barnabørnini eru fýra í tali.


Ættarliðsskifti í 1980


Í 1980 var ættarliðsskifti í fyritøkuni, tá sonurin Høgni B. Mikkelsen tók við sum stjóri, og rekur hann í dag virkið saman við konuni Sonju, sum eisini kemur frá einum heimi, har foreldrini Jeanne og Holger Jensen róku sína egnu fyritøku: Holger Jensens Møbilhandil í N. Finsensgøtu í Havn.


Høgni fór í læru sum elektrikari í fyritøkuni í 1964. Tá hann varð útlærdur í 1969, fór hann á el-innleggjaraskúla í Keypmannahavn og fekk prógv í 1973. Eins og pápin hevur Høgni eisini stóran áhuga fyri handverkarayrkinum og serliga el-fakinum. Hann var eitt langt tíðarskeið nevndarlimur og formaður í Havnar Handverksmeistarafelag, umframt at hann hevur sitið í stýrinum fyri Tekniska Skúla og Føroya Handverksmeistarafelag.


Síðan Einar Mikkelsen byrjaði í 1949 hava tilsamans 80 lærlingar tikið sína elektrikaraútbúgving á virkinum. Í dag starvast níggju fólk í fyritøkuni. Tá virksemið var upp á tað mesta vóru millum 22-25 fólk í starvi.


Í sambandi við 60 ára stovningardagin verður móttøka í hølum Havnar Arbeiðiskvinnufelags í Bøgøtu 10 (við síðuna av Einar Mikkelsen Sp/f), fríggjadagin 22. mai frá kl. 15-18.