Býarmynd fyllir 30

Ein býarmynd í Klaksvík hevur í næstum 30 ára føðingardag.

Talan er um Roykstovuna, sum 1. mai fyllir 30. Norðlýsið skrivar, at núverandi eigarin, Sigurður Ottosen, tá hevur átt Roykstovuna í 30 ár. 1. mai 1986 tók hann yvir raksturin av staðnum, skrivar Norðlýsið.

Dagurin verður sjálvandi hátíðarhildin, men kortini leygardagin 30. apríl. Tá vera ymisk tiltøk á skránni í Roykstovuni og frá klokkan 17 verður almenn móttøka.