Í kvøld eru júst 50 ár liðin síðan brandlúðrarnir í Havn ýldu, tí eldur var í Gamla Kommunuskúlanum hóskvøldið 21. januar 1960.
Tað var umleið kl. 23 at fólk varnaðust, at eldur var í bygninginum. Tað var oysregn og stilli hetta kvøldið. Roykurin lá tættur niðan gjøgnum býin, og tað vardi ikki leingi, fyrr enn nógv fólk komu oman í býin at hyggja eftir hvat var áfatt. Ljósur logi stóð tá upp gjøgnum takið og út gjøgnum vindeyguni í vestara enda á bygninginum. Brandmenninir vóru skjótir á staðið, men tað tók nakrar tímar, til eldurin varð sløktur.
Eftir at nýggi kommunuskúlin varð bygdur í Havn, var gamli skúlin nýttur til nógv ymisk endamál.
Tekniska deild hjá býráðnum helt til har, læraraskúlin hevði eina stovu, eins og Havnar Hornorkestur og GHM hildu eisini til í skúlanum. Eisini helt Føroya Sparikassi til í skúlanum, meðan ein umbygging av sparikassabygninginum fór fram.
Skaðin var sera umfatandi. Havnar Hornorkestur misti alt alla sína útgerð, meðan GHM fekk bjargað tí mesta av sínari útgerð. Í eini stovu við, har arbeitt var við býarplaninum yvir Havnina, kolaðist upp. Skúlin var tryggjaður fyri 120.000 krónur, meðan útgerðin hjá Havnar Hornorkestri als ikki var tryggjað.
Grundarsteinurin til Kommunuskúlan varð lagdur mánadagin 18. desember 1893, og sunnudagin 4. august 1895 var skúlin vígdur. Tað var Jákup Andreas Arge, vanliga nevndur Jampan, sum stóð fyri grótlaðingini, og Dione Isaksen teknaði skúlan, sum samanlagt kostaði 38.000 túsund krónur at byggja. Í dag er Gamli Kommunuskúlin ráðhús hjá Tórshavnar kommunu.
Keldur: Sosialurin og Dimmalætting leygardagin 23. januar 1960 / Havnin – fólk og yrki 1900-1939