Bæði BP og Anadarko fegnast um brunnavtalu

Oddamenninir fyri tey bæði oljufeløgini BP og Anadarko fegnast um avtaluna, sum loksins er undirskrivað um at flyta tveir brunnar frá landssynningshorninum á landgrunninum longur inn á landgrunnin og har bora ein rættiliga kostnaðarmiklan brunn gjøgnum basalt, nakað, sum ikki er roynt her áður. Shell er eisini partur av nýggja samtakinum.

Týsdagurin tann 11. oktober kann koma at gerast ein minniligur dagur í føroyskari oljusøgu. Henda dag varð ein heldur óvanlig avtala gjørd millum føroyskar myndugleikar og trý stór altjóða oljufeløg. Bretska BP og hálendska Shell, sum hava bundið seg til at bora tveir brunnar aftrat á landgrunninum, skrivaðu henda dag undir avtalu við amerikanska oljufelagið Anadarko um at flyta hesar báðar brunnarnar frá teirra 6 ára loyvi nær markinum til 9 ára loyvið hjá Andarko, sum liggur longur inni á landgrunninum  og leggja teir saman til ein brunn, ið skal broast gjøgnum basalt.

Orsøkin til at flyta umrøddu brunnar er at finna meira hóskandi støð at bora eftir olju og gassi á Føroyaleiðini, nú fýra brunnar í landssynningshorninum av landgrunninum stutt frá bretska markinum, ikki góvu tey úrslit man annars hevði vónað. BP, sum er fyristøðufelag, hevur gjørt vart við, at tað ikki metir egnað støð vera at bora eftir olju í hesum økinum. Út frá tí sannroynd er so sprottið hugskotið um at flyta brunnarnar longur inn á landgrunnin.

Nú er so gjørd ein áhugaverd avtala, sum føroyskir myndugleikar fegnast um, tí hon setir gongd á aftur oljuleitingina og tað áhugaverda er, at hetta verður í einum nýggjum øki, har eingin hevur borað áður, nevniliga inni á basaltinum.

Føroyskir myndugleikar hava annars leingi sæð fram til, at okkurt oljufelag fór at bora gjøgnum basaltið, soleiðis at vitan fekst um løgini undir basaltinum. Henda avtalan er so tann fyrsta av sínum slag. Og kann man siga, at hon er rættiliga kolveltandi. Ein annar møguleiki kundi verið, at BP/Shell gjørdu av als ikki at bora og heldur rindaðu føroyska landskassanum tað virði, sum tveir brunnar hava, eina staðni millum 300 og 500 mió. kr. Tað hevði verið sera óheppið fyri víðari leitingina, tí tá misti tú møguleikan at bora fleiri brunnar.

John A. Edge, altjóða samráðingarleiðari hjá Anadarko kom úr Houston til Føroya fyri at seta navn sítt undir hesa avtalu. Hann er sera fegin um avtaluna, tí hon gevur ætlanunum hjá felagnum kjøt og blóð. Felagið hevur annars í mong ár gjørt ymsar kanningar á sínum loyvi á landgrunninum uttan tó at gera endaliga greitt, hvat tað ætlaði at gera her í framtíðini. Nú kemur so avtalan við BP og Shell sum eitt kærkomið høvið at koma eitt týðandi stig víðari.

Bæði vit í Anadarko og eisini BP og Shell eru sera bjartskygd um henda brunnin og rokna vit við at bora hann í seinasta lagi 2007. Anadarko, sum hevur eitt 9 ára loyvi, skuldi av røttum gera av, um tað vildi halda fram við sínum virksemi í Føroyum um hetta mundið. Nú komu so BP og Shell og bóðu um loyvi at bora teirra brunn inni á loyvinum hjá Anadarko, og harvið verður felagið eisini beinleiðis partur av einum brunni. John Edge dylur ikki fyri, at teir eru sera fegnir um at skula samstarva við BP og Shell, tí hetta eru feløg á høgum tøkniligum støði, og tí kemur tað væl við hjá Anadarko at koma í samstarv við tey.

Men ikki nóg mikið við tí. Anadarko er tí teirri heldur løgnu støðu, at felagið, sum jú enn ikki hevði bundið seg til at bora nakran brunn, nú bráddliga verður partur av tveimum brunnum. Felagið er nevniliga eisini medeigari av einum øðrum 9 ára loyvi, sum Statoil er fyristøðufelag fyri. John Edge sigur, at samráðingarnar eru ikki lidnar um at flyta tveir aðrar brunnar úr landssynningshorninum til hetta 9 ára loyvið, ið liggur uppaftur longur inni á landgrunninum, men hann roknar við, at tær enda við, at ein brunnur verður boraður har í komandi ári. Tað eru oljufeløgini Statoil og Amerada Hess og teirra samstarvspartnarar, ið á sama hátt sum BP og Shell eisini ynskja at flyta síni tvey boriforpliktilsi frá tí sonevnda "Gullhonrinum" til eitt 9 ára loyvi longur inni á landgrunninum.

-Vit fegnast sjálvandi um at vera komnir í hesa støðu og tað undirbyggir so eisini á okkara stóra arbeiði seinastu árini at skilja undirgrundina betur á, her serstakliga økini við basalti. Vit eru sera spentir um framtíðina og vóna at vera eitt av oljufeløgunum, sum fara at havt fast fótafesti á føroyska landgrunninum í mong mong ár.

Eisini umboðið fyri BP, Graham R. Day, sum var við til at undirskriva brunnavtaluna á Oljufyristingini týsdagin, er fegin um, at tað eftir drúgvar samráðingar og kanningar loksins hevur eydnast at koma so langt. Eg vil takka øllum, sum hava verið við til at gera hetta møguligt, okkara partnarar og føroysku oljumyndugleikarnar. Vit fara nú at gera okkara heimaarbeiði til fulnar, soleiðis at talan verður um eina trygga verkætlan, har allir partar skulu kenna seg tryggar við arbeiðið.