Bæði gullmerkini endaðu í Danmark

Frælsi ítrótturin gav fyri tveimum árum síðani tvey gullmerki til Føroyar. Ási Mikkelsen og Freddie Poulsen vunnu í ávikavist longdarlopi og 800 m renning. Teir búgva báðir í Danmark, har umstøðurnar at íðka frælsan ítrótt eru betri enn í Føroyum

Frælsi ítrótturin er saman við svimjingini tann parturin av Oyggjaleikunum, har flest heiðursmerki eru at fáa. Við tað, at tað eru so nógvar ymsar kappingar, verða nógv heiðursmerki latin, og føroyingar hava eisini verið at sæð millum vinnararnar.

Á seinastu Oyggjaleikunum fyri tveimum árum síðani vunnu Føroyar tvey gullmerki í frælsum ítrótti. Ási Mikkelsen vann gull í longdarlopi, og Freddie Poulsen tók øll á bóli, tá hann fór fyrstur um málið í 800 metra renningini.

Bæði Freddie og Ási eru við aftur á Gotlandi í ár, har teir skulu verja gullmerkini, teir vunnu á Jersey í 1997, og sum heild tykist frælsa ítróttarliðið at vera væl mannað.

Sum nakað nýtt eru eisini tríggjar kvinnur við hesaferð. Sunnuvá Bjarnastein og Rigmor N. Joensen eru við sum rennarar, og Ingibjørg Poulsen skal luttaka í kúluvarpi.

Bert eina ferð fyrr hevur ein kvinna umboðað Føroyar í frælsum ítrótti á Oyggjaleikunum. Tað var á Álandi í 1991, tá Margreth Augustinussen úr Vági var við sum rennari.


Tveir frá seinast ikki við hesaferð

Vónirnar eru góðar. Hjalti Gunnarstein, sum ikki fer við til leikirnar hesaferð, men sum fleiri ferðir áður hevur verið við, bæði sum rennari og sum leiðari, heldur, at hetta so nøkulunda eru tey bestu fólkini, sum eru farin avstað.

? Frá leikunum á Jersey eru Albert Marni Joensen og Hallur Holm ikki við hesaferð, men hinvegin eru fleiri nýggj andlit. Og tað er eisini gleðiligt, at vit fyri fyrstu ferð hava tríggjar kvinnur við eisini, sigur Hjalti Gunnarstein.

Hann sigur, at tað er rættiliga kostnaðarmikið at senda so nógv fólk avstað.

? Deildarsambandið fyri súkkling og frælsan ítrótt, DSF, eigur ikki so nógvar pengar. Hesaferð fingu vit bert 43.000 frá Ítróttarsambandinum, og tí eru tað ikki bert tilvildarlig fólk, sum eru farin avstað, sigur Hjalti.

Hann heldur, at málið má vera at varðveita góðu úrslitini frá 1997 og kanska bøta eitt sindur um tey.

? Eg veit, at Heri Ziska, sum vann tvey silvurmerki á Jersey, fegin vil hava gull hesaferð. Og eg eri eisini spentur upp á liðkappingina í hálvum maraton hjá kvinnum, har eg haldi Sunnuvá Bjarnastein og Rigmor N. Joensen hava góðar møguleikar fyri at fáa heiðursmerki.

Føroyar eru við í liðkappingini í hálvum maraton (21,1 km) hjá bæði kvinnum og monnum. Her krevst nevniliga ikki meir enn tveir rennarar fyri at gera eitt lið. Vanliga eru tríggir, men bert tær báðar bestu tíðirnar telja við. Um Sunnuvá og Rigmor renna væl, kunnu tær kanska fáa Føroyum eitt heiðursmerki í hesi kappingini.


Tveir búgva í Danmark

Triðja kvinnan, ið er við, er Ingibjørg Poulsen, sum eins og hinar báðar er við á Oyggjaleikum fyri fyrstu ferð. Ingibjørg hevur havt sera stóra framgongd í kúluvarpi seinasta árið, og í løtuni eigur hon føroyska metið, sum hon sjálv hevur bøtt um fleiri ferðir í vár.

Í kúluvarpi hjá monnunum luttekur Heini Hátún, sum eisini er spildurnýggjur í Oyggjaleikahøpi. Hann er eisini við í stytstu renniteinunum ? 100 m og 200 m. Tað ljóðar kanska eitt sindur løgið, at ein sprintari eisini luttekur í kúluvarpi, men Hjalti Gunnarstein sigur, at hetta als ikki er so óvanligt, hóast sprintarar meira eru kendir fyri eisini at vera við í eitt nú longdarlopi.

Freddie Poulsen hevur í ár meldað til í 800 m og 1500 m. Hann vann annað av føroysku gullmerkjunum í frælsum ítrótti seinast. Hitt vann Ási Mikkelsen. Teir búgva báðir í Danmark, og er hetta kanska eitt dømi um, hvussu langt ein kann koma, um venjingarumstøðurnar eru tær røttu.

? Tað var rættiliga óvæntað, at Freddie vann gull á 800 metrum seinast, sigur Hjalti Gunnarstein.

? Júst 800 og 1500 metra teinarnir eru bretar serliga kendir fyri at vera stinnir í. Tað stavar heilt frá Sebastian Coe, og bretsku oyggjarnar á leikunum leggja eisini nógv í hesar teinarnar. Men á Jersey lumpaði Freddie teir við einum góðum endaspurti, har hann yvirhálaði favorittin av Jersey, sum uttan iva hevði ætlað sær gullið í tí kappingini, greiðir Hjalti frá.

Ási Mikkelsen vann gull í longdarlopi í oysandi regni á Jersey fyri tveimum árum síðani. Hann stillar eisini upp í trístøkk, og eisini 100 m renning, har hann framvegis eigur føroyska metið.

Guttorm Sørensen og Sølvi Reinert Hansen eru við á longru renniteinunum. Guttorm hevur verið rættiliga suverenur í Føroyum seinastu árini, men tað darvar, at hann ikki fær rættiliga kapping. Grønland eigur ein mann, sum eitur Kim Godtfredsen, sum uttan iva fer avstað við gullinum aftur hesaferð. Hann rennur 10.000 metrar upp á umleið 30 minuttir, og tað er sera gott. Til samanberingar kunnu vit siga, at Guttorm Sørensen vanliga liggur um 32-33 minuttir.

Men eins og hjá kvinnunum eiga Guttorm og Sølvi kanska at satsa meira upp á heiðursmerki í liðkappingini í hálvum maraton.

Teir eru annars eisini við í 3.000 metra forðarenning ? tað sum á altjóða málið eitur »steeplechase« við vatngrøv og øðrum forðingum. Hetta er ikki so vanligt at renna í Føroyum, men teir hava roynt onkuntíð uppi á Svangaskarði.


Áhugin vaksandi

Frælsur ítróttur er ein av føstu ítróttargreinunum á Oyggjaleikunum. Reglurnar fyri leikirnar siga, at frælsur ítróttur skal vera við.

Nógv hevur verið tosað og skrivað um eina rennibreyt í høvuðsstaðnum, og hóast útlitini fyri hesum í løtuni ikki eru serliga bjørt, fara frælsu ítróttaríðkararnir til Gotlands við góðum treysti.

Fyri kortum varð ein nýggj kastibreyt tikin í nýtslu við Eysturskúlan í Havn, og longu nú sæst, at áhugin fyri kastigreinunum er vaksandi.

So hóast umstøðurnar her heima í Føroyum framvegis kundu verið betri, so eru tær batnaðar, og vónandi fer tað eisini at eydnast okkara rennarum og kastarum at koma á sigurspallin nakrar ferðir &aacute