Bæði HB og Víkingur vunnu

EFFO-DEILDIN: Tveir dystir í EFFO-deildini eru á skránni í dag. Annar dysturin er liðugur, meðan hin verður leiktur í løtuni.

 

Í Gøtu leiktu Víkingur og TB, og vann heimaliðið dystin 3-1.

 

Við hesum kemur Víkingur nakað væl upp um niðurflytingarstrikuna, hóast teir hava leikt færri dystir enn onnur lið. Teir hava nú 19 stig, og eru javnir í stigum við KÍ, sum tó hevur leikt ein dyst meiri. TB hevur 16 stig.

 

 

HB-NSÍ

 

Í Gundadali eru EFFO-dystur og ólavsøkudystur millum HB og NSÍ. Tá farið varð til hálvleiks var støðan 0-0, og tað er hon framvegis.

 

Men fyri løtu síðani kundi NSÍ lagt seg á odda, tá eitt skot endaði á stongini. Ístaðin kundi Símun Samuelsen leggja HB á odda 1-0, tá hann fekk eina feil-avlevering sum hann nýtti til fulnar.

 

Fyri løtu síðani javnaði Poul Jóhannus Justinussen út fyri NSÍ. So nú er støðan 1-1 í Gundadali.

 

Nú hevur Símun Samuelsen aftur lagt HB á odda í Havn. 2-1 til HB.

 

Og mín sann um ikki sami Símun skjeyt eitt fríspark beinleiðis í NSÍ-málið. Hattrick til Símun og 3-1 til HB.

 

Nú eru bert fáir minuttir eftir, og NSÍ fær bóltin frá HB og Árni Frederiksberg skjýtur bóltin í málið til 3-2 til HB.

 

Og hetta gjørdist eisini endaliga úrslitið av spennandi og vælspælda dystinum!