Bæði noyðast at vinna

B71-B68:

Sandoyingar skulu vinna, um nakar møguleiki skal vera at lívbjarga sær

 

Upptakt

 

 

 

Sum vit vístu á í týsdagsblaðnum, so sær tað nú ógvuliga svart út hjá sandoyingum. Dystarskráin er sera torfør, tað sum eftir er av kappingarárinum, men hinvegin skulu stig fáast, um møguleiki skal vera at halda sær í deildini, og ein møguleiki er so nú, tá B68 kemur á vitjan.

 

 

 

Útgangsstøðið hjá báðum liðunum verður á leið hitt sama, sum tað var fyri einari viku síðani. Sandoyingar mugu tó vera Jógvan Jón Petersen fyri uttan í verjuni, eftir at hann fekk gult kort í botndystinum móti vágamonnum.

 

Hjá B68 er støðan hinvegin munandi betri, enn hon var til lokaluppgerðina móti NSÍ, tá fleiri av stuðulsspælarunum vóru frá. Jan Dam og Fróði Benjaminsen eru báðir tøkir eftir leikbann, og uttan iva fara hesir beint inn á liðið. Einasta ivamálið tykist vera Magnus Poulsen, sum stríðist við ein skaða í økslini, men í hansara stað hevur Kjartan Nesá verið ein sera góður vikarur, so tað fer at líkjast einum B68-liðið í fullari manning.

 

Tað verður helst eisini neyðugt, um tað skal eydnast liðnum at endurvinna bronsumerkini, tí tað er einki at ivast í, at sandoyingar fara at stríðast við lív og sál í tí, sum skjótt fer at líkjast seinasta útkalli fyri framhaldandi fyrstu deildarfótbólti.