Men fyrst havi eg hug at siga, at tað var løgið gjáramorgunin at lesa støðuna hjá minnilutanum til fíggjarætlanina 2011. Har vóru fleiri misskiljingar ella snaringar, tí í roynd og veru var lítið og onki hjá minnilutanum at koma eftir.
Víst er fíggjarætlanin 2011 minkað í mun til árið í ár, og heilt fitt er gjørt burtur úr at trimma hana, har trimmast kann. Tó er ansað væl eftir ikki at ganga ov nær á økjum, har sparingar kunna koma meinast aftur um brekku.
Gjøgnumgongdin av fíggjarpolitikkinum hevur eisini havt við sær, at íløgurnar tilsamans eru minni enn tær hava verið seinastu árini. Eg hevði skilt minnilutan, hevði hann havt at okkum fyri at ætla at minka um virksemið í kommununi næsta ár.
Árini undan hevur hann lagt dent á at finnast at, at Tórshavnar kommuna hevur tikið eitt sindur av láni til neyðugar íløgur. Hesaferð er fíggjarætlanin løgd soleiðis, at lántøkan hjá kommununi veksur ikki í árinum. Vit verða standandi á 225 mió krónum í láni.
Íløgur fluttar fram
Skula vit bara meta okkum eftir tølunum á fíggjarætlanini 2011, so verður minni virksemi. Men vit eiga eisini hava í huga, at í hesum árinum og onnur ár hevur peningur verið settur av til íløgur, sum ikki eru framdar.
Vit hava í 2010 hava havt góðar 20 mió kr standandi til røktarheimið á Boðanesi. Hesin peningur er ikki brúktur, tí byggingin er ikki farin í gongd. Pengarnir koma nú í spæl saman við teimum 22 miónunum, sum standa á íløguætlanini næsta ár.
Umvælingar og umbyggingar av ítróttahallunum á Hálsi og í Hoyvík fyri umleið 10 mió krónur, sum hava staðið á fíggjarætlanini 2010, eru ikki framdar. Men tær verða framdar í 2011 og fara sjálvsagt at hava virksemi við sær fyri byggivinnuna.
Fólkaskúli og Musikkskúli
Við nýggju fíggjarætlanini eru møguleikar at gera bæði stórar og smáar íløgur. Skúlabyggingin á Argjahamri stendur fyri teirri størstu íløguni upp á 32 mió krónur. Hetta er seinasta ratan av eini megnaríløgu, sum verður liðug í summar.
Bygt verður upp í Sankta Frants Skúla og hann stendur við sløkum 9 mió kr á íløguætlanini 2011. Haraftrat standa 23 mió kr til umbyggingar og neyðugar dagføringar á øðrum skúlum á íløguætlanini, umframt tað, sum verður játtað av rakstri.
4 mió krónur eru settar av til nýggjan Musikkskúla. Henda bygging hevur verið undir fyrireiking, síðani býráðið samtykti at játta eina halva mió til tað. Tær 4 mió skulu brúkast til at projektera Musikkskúlan, sum verður bygdur í 2012 og 2013.
Hetta mál hevur ov leingi rikist sum tongul í brimi. Ætlanin fekk breiða undirtøku millum valevnini til seinasta val. Tí er bæði rætt og rímiligt at fremja hesa ætlanina nú. Eisini til tess at Tórshavnar Musikkskúli fær ta viðurkenning, sum hann hevur uppiborið.
Reinsaríið og Kollafjørður
Talan er sum vant eisini um fleiri smærri átøk á mentanarøkinum. Eitt nú verða Reinsarínum í Tórsgøtu játtaðar 1,5 mió kr. Hendan íløgan er ætlað til at innrætta niðastu hæddina til mentanarendamál.
Reinsaríið kann ikki verða standandi sum tað ger, umvælt og snøggað uttan, men við ongum líkinda innmati. Vónandi verður hetta spælistaðið, sum so mongum tónleikarum og tónleikahugaðum leingist eftir. Tær ovaru hæddirnar verða tiknar fyri komandi árini.
Ítróttarhøllin í Kollafirði stendur á íløguætlanini við hálvari aðru mió krónum. Hesir pengar eru ætlaðir til at gera høllina lidna. Tað, sum eftir er, er tann parturin, har feløg og almenningur kunnu koma saman um annað enn akkurát at íðka ítrótt.
Vit kenna slík hølir frá øðrum hallum og vita, hvussu stóran týdning tey hava fyri ungdóm og bygdalív sum heild. Hvussu innihaldsligu viðurskiftini verða skipað, er ein spurningur, sum stendur eftir at loysa.
Men tað er ongin loynidómur at hugsað verður eitt nú um tilboð til ungdómin a la Margarinfabrikkina eins og í Nólsoy og í Hoyvík. Somu ætlanir eru á Norðasta Horni, sum ikki hevur nakað serligt at skipaðum virksemi fyri tey ungu í dag.
Skúlin í Kollafirði verður endaliga fíggjaður. Har hava einar 3 mió hingið eftir í sambandi við ymsar ósemjur, sum tóku seg upp. Tað verður nú alt fingið frá hondini. Í kortunum liggur eisini, at farið verður undir at fyrireika nýbygdan dagstovn í Kollafirði, so teir møguleikarnir eisini verða dagførdir har.
Tórsvøllur og svimjing
Seinasta skotið á sjálvari íløguætlanini eru 5 mió kr til Tórsvøll. Møguleikin hevur tikið seg upp at hampa og fullføra Tórsvøll við góðari fígging frá UEFA og FIFA. Tey fyrstu stigini verða at seta ljós upp, skifta grasið um við graslíki og at tekja onkur áskoðarapláss.
Hesi stigini tryggja, at Tórsvøllur framvegis verður okkara meginstadion. Eitt endamál hjá UEFA og FIFA er at fíggja umstøður til fótbólt – eisini hjá okkum, men nakað av eginfígging vilja teir altíð hava uppií.
At bøta um møguleikarnar fyri at svimja og spæla í vatni hjá ungum sum gomlum liggur í kortunum í eini ikki so fjarari framtíð. Hetta hevur alstóran týdning fyri trivnaðin saman við øðrum møguleikum, sum eru fingnir til vega.
Virksemið í Havnar Svimjifelag er øgiligt. Drivið verður á allar aldursflokkar, men umstøðurnar til at umsita hetta og hava eitt sindur av felagslívi uppi á turrum eru ikki góðar í svimjihøllini. Til tess at bøta um tær, hevur kommunan í hyggju at seta neyðugan pening av eins og til betri útbúnað í sjálvari høllini.
Hetta vóru nakrar av teimum nýggju ætlanum, sum liggja í fíggjarætlanini fyri Tórshavnar kommunu næsta ár. Har er mangt annað gott at frøast um, og vit fara við góðum treysti inn í nýggja árið. .